Í dag kemur spurningurin um at byggja eftirskúla í Suðuroy enn einaferð til viðgerðar í Løgtinginum.
Í dag tekur Løgtingið arbeiðið upp aftur eftir Fólkatingsvalið og tá fer Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum at greiða frá, hví málið um eftirskúla í Suðuroy ikki er komið longri enn tað er.
Tað er Høgni Hoydal, tingmaður fyri Tjóðveldi, sum hevur resit málið og hann vil vera við, at eftirskúlin í Suðuroy er næstan druknaður í berari vælvild,tí undirtøka fyri málinum trýtur ikki.
Eitt nú hevur Løgtingið samtykt uppskot frá Sjálvstýrisflokkinum um at fremja málið.
Landsstýriskvinnan skal eisini greiða Løgtinginum frá, nógvir føroyingar fara á eftirskúla uttanlands um árið, og hvussu nógv tað kostar og hon skal eisini leggja eina ítøkiliga kostnaðar- og rakstrarætlan fyri Eftirskúla í Suðuroy fur Løgtingið, har skúlagjøld frá næmingum úr Føroyum og úr øðrum londum verða roknað upp í.
Tekningin er ein skitsa av, hvussu skúlin eftir ætlan skuldi síggja út, tá ið ætlanin varð løgd fram um at byggja hann í Hvalba.
Tað eru MAP Arkitektar, sum hava gjørt tekningina.