Eftirskúlin fær ongar pengar

Mentamálaráðið metir ikki, at heimild er at játta eftirskúlanum í Suðuroynni pening, hóast løgtingið hevur samtykt at geva skúlanum 200.000 krónur.

Tað sá ljóst út fyri ætlaða eftirskúlan í Suðuroynni, tá løgtingsins fíggjarnevnd 22. desember 2015 skrivaði álit um fíggjarlóg landsins fyri 2016.

 

Bæði í meiriluta- og minnilutaálitinum vórðu 200.000 krónur settar av til eftirskúlar, ið annars ikki vóru játtaðir í upprunaliga uppskotinum til fíggjarlóg, ið Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, hevði handað løgtinginum.

 

Nú, fýra mánaðir seinni, eru enn eingir pengar fluttir, og ikki er líkt til, at eftirskúlin fær nakra játtan. Mentamálaráðið er ósamt við fíggjarnevndini og vil ikki játta eftirskúlanum pening, tí tey meta, at verkætlanin ikki lýkur røttu treytirnar.

 

Les alt um málið í Vikuskiftissosialinum, sum kemur út í morgin, hósdagin, og er at fáa í ávísum sølustøðum í miðstaðarøkinum longu í kvøld.