Eftir mong ár við eini eftirskúlalóg, men ongum eftirskúla í Føroyum, verður skúlaárið 20/21 árið, har lógin verður tikin í nýtslu, skrivar eftirskúlin í Skálavík Brúgvin.
– Áhugabólkurin fyri Brúnna fegnast um, at hava fingið 30 umsóknir til komandi skúlaár, sigur Erika Niclasen úr Klaksvík, leiðari á eftirskúlanum Brúnni.
Eftirskúlin verður í fyrstu atløgu fyri 10. flokk.
Umstøðurnar eru góðar á Brúnni, har skúlin liggur í vakrari náttúru. Næmingarnir fara at búgva á 2 manskømurum við wc og brúsu, og skúlin er útgjørdur við øllum hentleikum. Alt hetta saman við ungum og frískum næmingum, vænta vit, kemur at gera skúlaárið ógloymandi, skrivar Brúgvin á heimasíðuni.
Í løtuni eru ítøkiligu fyrireikingarnar av ársætlan, tímatalvu og øðrum í gongd.










