SKÚLATILBOÐ
Ein virðiligan ungdóm. Og eitt skúlatilboð, sum mennir tey til eitt sjálvstøðugt lív.
Soleiðis orðaðu nøkur foreldur at børnum við serligum tørvi seg í einum brævi, har tey heittu á landsstýrið um at geva ungum brekaðum eitt skúlatilboð.
Og nú er loksins líkt til, at skipað verður fyri at seta ein eftirskúla á stovn til ung við breki. Bert fáar dagar áðrenn, at Annlis Bjarkhamar, fyrrverandi landsstýriskvinna við mentamálum, fekk sekkin frá løgmanni, kundi hon bera eitt uppskot til løgtingið, sum hevur til endamáls at seta á stovn skúlatilboð til ung við breki.
Stórur tørvur
Tey ungu við serligum tørvi hava sum er ongastaðni at fara, tá tey eru liðug við fólkaskúlan. Hetta skal berast í bøtuflaka fyri við skúlatilboðnum. Málbólkurin er í fyrsta lagi ung við breki, sum eru eldri enn 18 ár, og sum eru hampiliga sjálvbjargin. Tað merkir, at tey mugu klára seg uttan persónligan stuðul.
Tørvurin er stórur. Yvirlit frá fólkaskúlanum vísir, at 18 dreingir og 8 gentur í 10. flokkunum, 23 dreingir og 3 gentur í 9. flokkunum og 16 dreingir og 4 gentur í 8. flokkunum fáa tímar fyri serligan tørv. Eingin meting er kortini gjørd, sum vísir, um øll hesi 72 kunnu koma upp á tal, sum møguligir brúkarar av einum øðrvísi skúlatilboði.
Millum seks og átta næmingar fáa skúlatilboð beinanvegin, og síðan fáa ein ella tveir bólkar afturat tilboðið um tvey ella trý ár.
Upplæring í felag
Endamálið við nýggja skúlatilboðnum, sum ætlandi verður sett hol á longu í august, er at menna tey ungu til eitt sjálvstøðugt lív eftir lokið skúlaskeið. Høvuðsdenturin verður lagdur á upplæring í praktiskum arbeiðsgongdum innan vanligt gerandislív, soleiðis at næmingarnir fáa betri møguleika at seta føtur undir egið borð.
Samstundis er hetta eitt tilboð um at búgva saman í einum felagsskapi í trý ár. Tiltakið kemur at virka sum eitt slag av bústovni við tøttum tilknýti til arbeiði í urtagarði, jarðarbrúki, starvsvenjing, vardum arbeiði á vanligum arbeiðsplássum, ítriv og upplæring.
Sostatt er ikki talan um ein bókligan skúla, har dentur verður lagdur á vanligar lærugreinir.
Ein royndarskipan
Í fyrstu atløgu er talan um eina royndarskipan, sum heldur fram í seks ár. Hvørt skúlaskeiðið er í mesta lagi trý ár og fer sambært uppskotinum fram á einum ella tveimum hóskandi støðum í Føroyum.
Enn er ikki greitt, hvar skúlin skal vera, men tað verður latið upp í hendurnar á komandi landsstýrismanninum at finna. Honum verður eisini heimilað at gera leigumál, men meiningin er, at byggja ella keypa høli til endamálið. Sagt verður, at tørvur er á einum húsum, sum hava umleið átta búrúm, køk, stovu, skúlastovu og onnur rúm.










