Eftirrasjonaliseringar Fólkafloksins

Nú Fólkaflokkurin á kvøldsetu í Øravík royndi at frelsa seg frá sær sjálvun, kann eg ikki lata verða við at gera nakrar viðmerkingar.

Tað eru ikki smávegis eftirrrasjonaliseringar, flokkurin hevur. Tí sami flokkur, sum helt tað verða í fínasta lagi at hava 9 aðalráð við einum sjálvstøðugum uttanríkisráðið sum rosinan í pylsuendanum, tá verandi samgonga var skipað, hevur nú kúvent og sigur, at 3 aðalráð er tað mest hóskiliga.
Sjálvsagt ræður nú um at tekkjast veljarunum, so einaferð – kanska aftaná valið í 2016 - kemur ein fólkafloksløgmaður helst at sita einsamallur úti í Tinganesi, tí teir eru jú so nógv raskari enn hinir.
Tí, sum teirra floksformaður segði, so høvdu teir bara tvey sett av klæðum, nevnliga arbeiðsklæðir og seingjarklæðir.
Ætlanin skal fremjast soleiðis, at løgmaður skal hava fíggjarmál, tann privati parturin av
búskapinum skal hava tvey landsstyrisfólk. Heilsumál og almennamál, sum sjálvsagt eru óljóð í fólkafloksoyrum, skulu gerast meira anonym, so hesi kunnu leggjast undir innlendismálaráðið.
So er tað eyðkenda niðurlagið, at Fólkaflokkurin, sum nærum hevur havt patent uppá at umsita fiskivinnumál, er garanturin fyri einari burðardyggari fiskivinnu, og at henda hevur teir bestu møguleikarnar undir leiðslu Fólkafloksins.
Tað hevur als einki við veruleikan at gera, tvørturímóti so er okkara fiskifloti undir leiðslu Fólkafloksins vorðin avskeplaður og skuldarbundin vegna teirra tvørrandi evni at umsita fiskivinnumál.
Tann so upphevjaða umsetiligheitin hevur verið ein sonn vanlukka fyri samfelagið og teir menn, sum hava ogna sær veiðitól tey seinastu mongu árini.
Ótálmað spekulasjón við keypi og sølu av fiskiloyvum, har skuldin er vaksin proporsjonalt við, at virðið av veiðitólunum er minkað, hevur sjálvsagt havt tað við sær, at okkara fiskifloti ikki hevur ein livandi møguleika at endurnýggja seg.
Og vit skulu minnast til, at hendan oyðimarkargongd er hend undir leiðslu Fólkafloksins, uttan at flokkurin kann nýta tilfeingisgjaldið sum orsøk til, at fiskiflotin kanska er í ringastu kreppu síðani fyrst í hálvfemsunum. Sostatt hevur Fólkaflokkurin, sum sigur seg vera verjan hjá okkara fiskivinnu, ístaðin tikið grundarlagið undan okkara fiskiflota og eini burðardyggari vinnu.
Meira inntøkur til landskassan er fyri teirra viðkomandi ein býur í Russlandi, meðan teir hinvegin hava gjørt sær dælt av sama landskassa.
Fyri 20 árum síðan turkaði sjálvur núverandi formaður floksins 3 milliónir krónur, ið hann skyldaði í mvg, upp á skattaborgaran.
Ístaðin fyri at taka í egnan barm og geva Taks amboð at steðga teimun, sum veruliga spekulera í at drena landskassan fyri hundraðvís milliónir, so er hendan ótálmaða spekulasjón hildin áfram. Og eingin ivi er um, hvør flokkur hevur ligið í buktini í hesum máli.
Sama gjørdi seg galdandi, tá teir bardust fyri, at ein ótálmað rentuspekulasjón kundi fara fram, har fólk - væl at merkja tey múgvandi - kundu taka ørandi upphæddir í láni, fyri síðan at spekulera í okkara rentuskattaskipan.
Ráfiskagrunnurin var teirra prosjekt, har tað í áratíggjur var gjørligt at súgva umleið 500 milliónir krónur um árið úr landskassanum. Tað vil við øðrum orðum siga, at landskassin og tann føroyski skattaborgarin lat teimum, sum høvdu ábyrgd av okkara fiskiflota, eitt tilfeingisgjald uppá eina hálva milliard krónur árliga. Men sum talsmenn fyri Fólkaflokkin søgdu, so var henda upphædd ein afturbering fyri at skapa arbeiðspláss á flakavirkjunum.
Er hetta frísinnaður politikkur?
Nei, taka vit tann politik, ið Fólkaflokkurin førir seg fram við í dag, so hugsar hann hvørki um landskassan, fiskimannin ella tey, sum manna okkara flakavirkir.
Ístaðin fyri at føra ein politikk anno 2011, so er flokkurin farin aftur í tíðina, tá hann varð stovnaður, og vanligi borgarin skuldi vera nøgdur við molarnar, sum fullu av bóndans borði.
Tað, sum fer fram í dag í sambandi við býtið av makrelkvotuni, undirbyggir sera væl nevnda politikk. At ogn Føroya fólks, lívsgrundarlagið hjá samfelagnum, virðir fyri milliardir, verður latið upp í hendurnar á einum løgreglumanni, sum tilfeldigvís situr úti í Tinganesi.
Tað er fyri mær burtur úr vón og viti, at hesin maður av sínum eintingum, meðan uttanlandanevnd og restin av samgonguni bert sita og yppa øksl, kann skalta og valta við milliarda virði.
Sjálvsagt, um hann vil ella ikki, so kann hann gera sær og sínum flokki dælt av hesi lyklastøðu, soleiðis at lobbyarbeiði og eitt ómetaligt trýst frá øllum skipabólkum er avgerðandi fyri, hvør fær mest burturúr, tá milliardin verður býtt.
Hevði tað ikki verið reiðiligari, at pelagiski flotin veiddi tað, ið honum krevst fíggjarliga, og lat eitt tilfeingisgjald, sum kom øllum samfelagnum til góðar?
Og um tilgongdin av makreli í føroyskum sjóøki var metstór, tá út leið, kundu aðrir partar av fiskiflotanum fingið ágóðan av restini, sjálvsagt eisini ímóti einum tilfeingisgjaldi ella við at bjóða upp á ta nøgd, teir hava áhuga í.
Eingin ivi er um, at tað aftur í ár verður metprísur á marknaðinum fyri makrel.
Ætlar Javnaðarflokkurin bara at sita afturá meðan hesin ótespiligi leikur fer fram?