Eftirmetingin av Tí góðu tilgongdini handað

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, fekk í gjár handað eftirmetingina av Tí góðu tilgongdini.

Tann góða tilgongdin er ein tvørgeiralig skipan, sum skal virka sum eitt samskipandi forum, ið skal lætta um hjá foreldrum at børnum við autismu. Skipanin varð sett í verk í 2015 og ein arbeiðsbólkur hevur eftirmett, hvussu Tann góða tilgongdin virkar í dag.

 

Samanumtikið metir arbeiðsbólkurin, at Tann góða tilgongdin er ein góð skipan, men tørvur er á tillagingum. Tilsamans er talan um 17 tilmælir, harav nøkur kunnu setast í verk skjótt, nøkur krevja politiska støðutaka, meðan onnur mugu viðgerast nærri.

 

Í arbeiðsbólkinum vóru Barbara Á. Thomsen, forkvinna og Ann Kristina S. Simonsen vegna Almanna- og mentamálaráðið, Joan Knudsen vegna Barna- og útbúgvingarmálaráðið, Andreas Sjóvará vegna Heilsumálaráðið, Janus Haraldsen vegna Kommunufelagið og Gunnvá Staksberg vegna Autismufelagið.

 

Eftirmetingin kann lesast her.