Mánadagin verður eftirmeting av leitingini í Hestfirði, Vestmannasundi og Vágafirði Tað er vanligt eftir eina slíka leiting at eftirmeta mannagongdir og annað.
Í eftirmetingini verða allir partar, sum luttóku í leitingini við, tað vil siga danska sjóverjuskipið, Brimil, bjargingarfeløg og onnur.
Hóast leitingin er steðgað, hava manningarnar á skipum, sum sigla gjøgnum økið, eyguni við sær. So seint sum í gjár gjørdi Hvidbjørnen ein túr norður gjøgnum Hestfjørð.










