Eftirmeting á breddan

Føroya Handilsskúli hevur starvsfólkafund í dag, og høvuðsevnið á degnum er eftirmeting


Tá Føroya Handilsskúli skipaði fyri starvsfólkadegi í dag, stóð “Eftirmeting” ovast á breddanum, og til tað vóru komnir fleiri fyrilestrar, framløgur og bólkaarbeiði. Tað var Reidar Nónfjall, stjóri á Føroya Handilsskúla, sum bjóðaði starvsfeløgum sínum at vera vælkomnum.
Síðani greiddi Kalpana Vijayavarathan, lærari á Handilsskúlanum, frá um toymisbygging. Eftir hetta var fyrsti fyrilesturin á skránni, og var tað Firouz Gaini sum greiddi frá um ungdómsmentan. Aftaná var kjak um evni.
Áðrenn døgurða var bólkaarbeiði við spurnabløðum um næminganøgdsemi. Eftir steðgin var evnið “KT í undirvísing” og vóru tað Óli Petersen og Torður Jóhannesarson sum áttu hesa framløguna.
Næst seinastu framløguna áttu Charles Juwah. Hann er professari og framløga hansara snúði seg um “Role of assessment in education”. Í stuttum snúði tað seg um ymisk sløg av eftirmeting, og fyri Føroya Handilsskúla var tað serliga tann leypandi eftirmetingin, sum var sera áhugaverd.
– At hava starvsfólkadag er ein partur av starvsfólkapolitikinum í skúlanum. Hetta er ein møguleiki at viðgera evni, sum kunnu vera aktuel og viðkomandi fyri okkum. Í einum slíkum degi kunnu vit fara í dýpdina við evnu, fáa felagsinputt og íblástur, sigur Reidar Nónfjall, stjóri á Føroya Handilsskúla.
At tað er evaluering, ella eftirmeting, sum er høvuðsevni til dagin er ikki av tilvild.
– Eftirmeting er ein partur av lærugongdini, og tað er als ikki bara døming. Vit mugu læra at læra av eftirmetingum, tí eftirmetingar mugu ikki nýtast sum ein tryggleiki, sigur Kalpana Vijayavarathan. Hon heldur eisini, at týdningurin av einum slíkum degi má ikki undirmetast, og serliga at varpa ljós á eftirmetingarsiðvenjuna, vit hava í skúlunum í dag.