B36 er oddalið í Effo-deildini eftir 7. umfar. Teitur Joensen, itróttarskrivari og viðmerkjari á Rás2, heldur at styrkin hjá B36 liggur í skjóta smáspælinum á miðvøllinum. Hetta ger, at EB/Streymur ikki fær fatur á bóltinum, tá B36 fer í álop.
Les eisini: Samandráttur B36-EB/Streymur
Atfinningarsomu røddirnar seta spurnartekin við uppstillingina hjá EB/Streymi, sum hevur Jónas Tór Næs á vinstra bakki. Her er also talan um høgra bakkin á landsliðnum vísir Teitur Joensen millum annað á.
Les eisini: B36 oddalið í Effo-deildini
Innskiftingin hjá B36 av Høgna Midjord í seinna hálvleiki gjørdi mun. Hann legði upp til 2-0 málið og átti lut í uppspælinum til 3-0 málið.
Les eisini: Jákup á Borg(B36) og Gert Hansen(EB/Streymur) um dystin í Gundadali
B36 er oddalið í Effo-deildini. Mett var ikki undan kappingarárinum, at B36 hevði tað, sum skal til fyri at liggja í oddinum, men nú er spurningurin hvussu leingi teir klára at halda fast um fyrsta plássið?
Effo-deildin: 7. umfar
NSÍ-KÍ 1-1 (0-1)
0-1: Henry Heinesen 26.
1-1: Debes Danielsen 90.+3.
Les eisini: Samandráttur dystinum
Les eisini: Eftirmeting av dystinum
B68-Skála 0-0
Les eisini: (Video) Samandráttur frá dystinum
Les eisini: (Video) Eftirmeting av dystinum
B36-EB/Streymur 3-1 (1-0)
1-0: sjálvmál
2-0: Adeshina Lawal
3-0: Jákup á Borg
3-1: Egil á Borg
Les eisini: Samandráttur B36-EB/Streymur
AB-HB 0-3 (0-1)
0-1: Fróði Benjaminsen 20.
0-2: Kristin R. Mouritsen 55.
0-3: Tróndur Jensen 90.+3.
Les eisini: Samandráttur AB-HB 0-3
Les eisini: Eftirmeting AB-HB 0-3
Víkingur-ÍF 1-1 (1-1)
1-0: Bárður Hansen 7.
1-1: Karl Løkin 35.
Støðan í Effo-deildini:
1. B36 17
2. HB 15
3. KÍ 13
4. NSÍ 11
5. ÍF 10
6. EB/Streymur 9
7. Víkingur 7
8. B68 5
9. AB 4
10. Skála 3
Komandi umfar:
9. mai
Víkingur-NSÍ
11. mai
KÍ-B36
B68-HB
Skála-ÍF
EB/Streymur-AB