Eftirlýsti bilurin er funnin

Tað tók eina lítla løtu at finna bilin, eftir miðlarnir komu uppí

Løgreglan eftirlýsti í kvøld ein bil, sum ikki hevði verið sæddur síðani 9. juni – tað vil siga fyri einum sløkum mánaði síðani.

 

Bilurin var ein gráur Hyundai Kona Kauai 2021 persónbilur.

 

Eftir at løgreglan umvegis miðlarnar hevði biðið almenningin um hjálp, tók tað bert eina lítla løtu at finna bilin.

 

Løgreglan sigur einki um, hvar bilurin varð funnin.