Sjálvt fundamentið undir pensjónsreforminum hjá landsstýrinum er skeivt. Framskrivingarnar byggja á veikt grundarlag, og argumentið fyri kravdari uppsparing er illa undirbygt, sigur Kim Hansen, tryggingarráðgevi
Við argumentinum um at vit føroyingar spara ov lítið upp til okkara aldurdóm hevur løgtingið samtykt eina lóg um tvungna eftirlønaruppsparing. Á nýggjárinum og næstu 15 árini verða tey, sum ikki longu hava eina eftirlønarskipan, við lóg tvungin at spara ein stigvíst vaksandi prosentpart av allari síni inntøku upp til eftirløn.
- Vit høvdu komið á mál óansæð, og tí er hetta lógarkravið sett fram við skeivari fortreyt. Orsøkirnar til lutfalsiliga lítlu eftirlønaruppsparingina hjá føroyingum eru tvinnar. Vit komu seint ígongd, og vit høvdu eina djúpa kreppu í nítiárunum. Men inngjøldini í pensjónskassarnar prógva, at vit eru á rættari kós í somáta, sigur Kim Hansen.
Sambært tryggingarráðgevanum er tvungna uppsparingin eitt symptom upp á eina skipan, sum er grundleggjandi skeiv.
- Grundhugsjónin er skeiv. Hetta er budgetthugsan 40 ár fram í tíðina, sum ongantíð kemur at halda kortini, júst tí her liggur 40 ára framskriving inni í skipanini, sigur Kim Hansen.
Kim Hansen minnir á, at ein eftirlønarskipan byggir á tríggjar kassar – trygging við deyða, óarbeiðsføri og eftirløn.
- Tá okkara politikarar nú hava valt at gera eina pensjónsnýskipan, so undrar tað meg, at størri fokus ikki er á fleksibilitetin. Lyklaorðið er ein fleksibul pensjónsaldur, har tú fert á eftirløn, tá tú ikki kanst arbeiða meira. Tað krevur eina skipan, ið tekur hædd fyri, at nøkur fólk also gerast óarbeiðsfør væl áðrenn 67 ára aldur. Og tað krevur eina skipan, har tú blandar hugtøkini pensjón og fyritíðarpensjón. Aftur fyri ómakin fært tú eina skipan, sum fær ágóðan av góðu heilsuni hjá nógvum av okkara eldru, sum tí kunnu vera við til at halda skipanini uppi, argumenterar Kim Hansen.
Les stóra samrøðu við tryggingarráðgevan Kim Hansen í Sosialinum í dag.









