Í hesum døgum royna fólk frá Tórshavnar kommunu saman við løgregluni at finna út av, hvør eigur bilar, trailaravognar og annað, sum stendur á einum øki hjá Tórshavnar kommunu á Skarðshjalla.
– Ætlanin er at rudda økið og gera tað klárt til parkeringspláss til stórar bilar sum lastbilar og bussar, sigur Atli Simonsen, sum er leiðari á verkstaðnum hjá Tórshavna kommunu á Sandvíkarhjalla, sum eisini skal umsita parkeringsøkið til stóru bilarnar.
– Ætlanin er so at leiga básar út til teirra, sum hava tørv á at seta sínar bilar á eitt trygt stað, sigur Atli Simonsen.
Tað er ikki bara sum at siga tað hjá teimum, sum eiga stórar bilar, at seta teir frá sær, tá teir ikki eru í vinnu. Tú kanst ikki seta slíkar bilar á almennum stað, so tí kemur eitt slíkt øki óivað væl við hjá fleiri.
– Stóri trupulleikin hjá okkum er nú, at vit vita ikki, hvat vit skulu gera við trailaravognar og annað, sum stendur har, og sum ongar nummarplátur hava. Í fleiri førum fáa vit ikki fatur á eigarunum, og tað vildu vit sera fegin, sigur Atli Simonsen.
Tað er ikki bara sum at siga tað heldur at beina slíkar lutir burtur. Nógv av tí er í góðum standi – og tað kostar nógvar pengar.
– Vit vita heldur ikki, um banki ella onkur annar hevur veð í teimum, so tí ber ikki til bara at koyra tað oman á brennistøðini, sigur Atli Simonsen, sum fegin frættir frá eigarunum.
Í næstum verður økið gjørt klárt. Lýsing kemur í Sosialin, har fólk kunnu søkja um at leiga sær parkeringsbás. Ætlanin er so, at stykkið verður stongt av, so óviðkomandi ikki kunnu parkera á økinum.