Herfyri var frammi, at ein arbeiðsbólkur, settur av Fíggjarmálaráðnum, millum annað kom til ta niðurstøðu, at Strandferðslan átti at verið løgd inn undir Landsverk!
Við hesum varð steinur lagdur omaná byrðu, tí hetta kom stutta tíð eftir at avgerð var tikin um at lata aftur føðistovuna á Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Tað kom sum eitt bakkast fyri suðuroyingar, tá fyrrverandi stjórin og fíggjarstjórin blivu loystir úr starvi. Báðir høvdu fastan bústað í oynni og teir trivust.
Hjólini mala víðari. Nýggjur stjóri bleiv settur á SSL. Hann hevði drúgvar royndir uttanlanda og var tað gleðiligt, at ein nýggj familja skuldi flyta til oynna.
Men fólk í Suðuroynni hava ikki sæð tað stóra til stjóran.
Tá so tíðindini brórust um, at SSL møguliga skuldi verið langt inn undir Landsverk, blivu eg og nógvir suðuroyingar meiri áhugaðir í at vita, um hetta var fyrsta stigið til at flyta SSL norður til miðstaðarøkið aftur, sum eina deild hjá LV.
Tað sigst at stjórin á SSL, ikki trívist í Suðuroynni og kunnu tað ganga fleiri vikur ímillum hann er á høvuðsskrivstovuni á Tvøroyri? Veit enn ikki hvussu væl nýggji fíggjarstjórin møtir? Ein fær hug til at spyrja: Skal trivnaðurin hjá einkultum starvsfólki á almennum stovni, verða avgerandi í staðsetingini av stovninum? Um nú nýggi stjórin í Atlantic ikki trívist á høvuðssætinum hjá AA, ja verður so stovnurin kanska fluttur til Klaksvíkar ella Fámjins, tí at stjórin trívist best har?
Við hesum in mente, kann hetta lukta eitt sindur av ítøkiligum ætlanum at flyta SSL norður um fjørð.
Johan Dahl hevur ikki mótmælt hesum, enn??
Tað tykist sum um at eitt yvirskipað politiskt átak er í gongd ímóti Suðuroynni.
Sjukrahúsið niðurlagast, Strandferðslan steingjast og leggjast undir Landsverk og øll umskipan frá Suðuroynni skal um Tórshavnar Havn. Tað er bara rokningin eftir her suðuri! Er ætlanin at gera klassamunin millum Suðuroynna og restina av landinum størst møguligan?
Túratalið er økt til aðrar siglingarleiðir. Suðuroyarleiðin hevur onki fingið enn.
Kann tað vera, at stjórin á SSL longu hevur fingið skrivstovu hjá Landsverk?
Herfyri heitti eg, í grein, á borgarstjórarnar og tingbólkin í oynni, um at taka lógvatak saman og mótmæla ætlanunum um at steingja føðideildina í oynni. Vit hava enn onki hoyrt um nakar fundir hevur verið, ei heldur um nakað kom burturúr!
Landsverk søkir eftir nýggjum stjóra og Atlantic setir nýggan stjóra í dag. Vónandi vera hesir meiri suðuroyarvinarligir enn vanligt er norðanfjøðs.
Bjarni Hammer
Stúrin borgari í Suðuroynni .