Eftirlýsa hendan mannin

Belgiska løgreglan hevur eftirlýst ein mann í samband við yvirgangsálopini í Brússel í morgun.


Talan er um mann, ið eitt vakmyndatól á flogvøllinum hevur fangað. Tá var hann ílatin ljós klæðir og svartan hatt.


Mett verður at hann enn er á lívi, og kláraði at rýma frá flogvøllinum aftaná, at tveir aðrir menn, ið hann fylgdist við, høvdu sprongt seg sjálvar í luftina.

Seinni myndin vísir teir tríggjar, tá teir ganga inni í floghavnini.


Løgreglan hevur, hóast fleiri húsarannsóknir, enn ikki fingið hendur á honum.


Belgiski uttanríkisráðharrin, Didier Reynders, sigur við AFP, at hann møguliga ikki er einsamallur.


- Vit óttast fyri, at fleiri persónar megnaðu at rýma, sigur hann við AFP.


Álopið á flogvøllin kravdi ellivu mannalív.