Hví skal eg spara upp til eftirløn ?
Loysir tað seg ikki beturi at brúka peningin nú, uppá t.d. húsalán?
Tað loysir seg so nógv beturi at brúka hvørt oyra, sum tú hevur ov nógv, uppá at rinda lán niður við, enn at rinda inn til eftirløn.
Tú verður fyrri liðugur við at rinda lánið niður, tvs. tú eigur húsini skjótari.
Tað at tú eigur húsini, ella hevur eitt lítið lán eftir, tá tú ert eini 60 ár, er nógv beturi enn at hava eina pensión og eitt relativt størt lán.
Eisini er tað beturi at eiga eini hús, enn pening, um tú hugsar um infoatión.
Hví
Men nú skullu aðrir bollar á suppuna. Vit skulu øll rinda inn til pensión, tað er tvang. Man tað vera tí landskassin manglar pening. Hví ikki bara siga tað, sum tað er, landskassin manglar pengar, so vit tvinga tykkum til at betala inn til pensión, sum landskassin skal hava 40% av í skatti, beinanvegin.
Eitt prosent í ár, tvey í næsta ár, inntil 2028, tá eru vit uppi á 15%. Nú er ikki nógv eftir til at rinda lán og annað niður við.
Inflatón.
Niðanfyri standandi fortreytir eru brúktar.
Inflatiónin er 2 % p.a. ( tað vil siga, at kannst tú keypa okkurt fyri 100kr í dag, kostar tað 102 kr, um eitt ár, ella 100kr í dag, eru 98kr verdar um eitt ár)
Um tú setur tína pensión í bankan, so fært tú 0,7% í rentu um árið. Sum eg havi skilt, so verður ongin skattur rindaður av hesum 0,7%, tá tú skal hava peningin út, og peningurin er tryggur, altso peningur til pensiónsuppsparing í banka er tryggjaður av statinum. Men tað kann allarhelst loysa seg at spyrja um hetta fyrst. Man veit ongantíð nær tað verður broytt, baði skattur av pensión og garanti fyri innistandandi.
Um vit bara hyggja eftir peninginum, sum verður settur í bankan, lat okkum siga 15% av tínari løn.
Tú forvinnur 30.000 um mánan, sum nú er. Tvs. 30.000-15%=4500.
Nú betalur tú skatt 40% = 1800
Eftir til pensión 4500-1800 = 2.700
Hetta verður gjørt í 15 ár og rentan er 0,7% p.a.
Aftaná 15 ár eigur tú áleið 512.000 kr. Ikki so galið ha ? fimmhundratúsund, tað kann man brúka til mangt og hvat, ella hvat ?
Um vit rokna inflatión (minni virði) uppí, sum vanligt er ca. 2%, so kannst tú rokna við at hesar 512.000 eru áleið 80.000 minni verdar.
Ella tað, sum kostar 512.000 túsund í dag, vil kosta uml. 600.000 um 15 ár.
Hetta eru kanska ikki heilt nevy tøl, eg eri ongin serfrøðingur í inflatión ella eftirløn, men eg dugi at síggja, at hetta er ein vánalig íløga. Vit eru tvungin at gerða eina íløgu, sum gevur eitt tap á 1,3% um árið. Loysir tað set ikki beturi at brúka peningin uppá t.d. lán ?
Tað ber sjálvandi til at rokna fram til 30 ára uppsparing, men so tað sær bara verri út.
Um vit fara at rokna uppá hvussu stóran mun tað gerð, tá tað mangla 15% av tíni løn, til at rinda húsalán við, so sær ikki stuttligt út.
Eg geri ongar útrokningar her, men tað sigur seg sjálvt.
Spara upp til eina rentu, sum er 0,7%.
Betala 15% minni til eitt lán, sum verður renta við 4-5%.
Hetta gevur so slett onga meining.
Tù kannst sjálvandi taka tjansin og fáa okkurt pensiónsfelag at seta peningin í partabrøv, men tá er peningurin ikki líka tryggur. Ikki statsgaranteraður.
Summi feløg klára seg væl onnur minni væl, hetta mást tú kanna. Men í føryum eru ikki so nógv at velja ímillum, so tað er kanska skjótt orðna.
Útgjalding
Hvat so við teimum, tvungnu uppspærdu pengum, sum vit eiga, tá vit náa eftirlønaraldur, um vit náa eftilønaraldurin.
Um einki verður broytt:
Við 512.000kr.
45% í minsta lagi, skulu gjaldast út, sum lívslong veiting. Fellur burtur tá tú doyr. Kann í mesta lagi verða 40% av eini arbeiðsmannaløn.
Í okkara føri: 230.400
15%, í mesta lagi, kunnu takast út beinanvegin.
Í okkara føri: 76.800
55%, í mesta lagi, kann verða lutaeftirløn, rindast út í líka stórum lutum, í minsta lagi yvir 10 ár.
So um vit vejla at taka 15% út, so kunnu vit fáa45% til hetta. Tvs. 230.400
Av tí at tann lívslanga veitingin fellur burtur tá tú doyr, so verður hetta heldur ikki arva, v.ø.o. 45% av tínari uppsparing, sum er tvungin, verður ikki arva.
Standi spyrjandi
Nú veit eg ikki hvat grundin til hesa tvungnu uppsparing er. Tað einasta eg kann gita meg til, er at pengar mangla í, og hetta er ein eyka skattur, tá henda uppsparing verður skatta beinanvegin.
Vanligt er hjá fólki yvirhøvur at hugsa eitt sindur um hvussu man fær pengarnar at strekkja til. Hvat er best at gerða, hvørja íløgu skal eg gerða fyri at fáa, sum mest burturúr tí peningi eg forvinni.
Ein stór íløga, sum man gerð, er at keypa eini hús. Mær vitandi, mugu fólk flest taka eitt lán til hetta endamál. Tey flestu hava spurt í bankanum, ella rokna eitt sindur sjálvi og eru komin til eina niðurstøðu. Oftani er líti eftir aftaná skatt, mvg, oljuavgjald, sev, telefon, klæðir, mat osv.
Altso man hevði eina plan, oftani 20-30 ár framm, so og so nógv um mánan og so havi eg so og so nógv eftir. Kanska hædd er tikin fyri at skattur og annað kann broytast, kanska mvg verður sett eitt sindur upp, ella okkurt.
Men at skula av við 15% av tínari inntøku, til eina tvungna uppsparing, sum tá alt kemur til stykki, minkar í virði, rokni eg ikki við, at nakar hevði rokna við at skula rokna við!
Hvussu kunnu tit fólkavaldu taka undir við hesum ? tora tit ikki at mótmæla, ella hava tit ikki sett tykkum inní hvussu hetta riggar? Halda tit at tit gerða okkum eina tænastu, ella ?
Eg kundi hugsa mær at fingið eina frágreiðing. Hetta er, eftir mínari hugsan, eitt nokkso stórt inntriv í okkara frælsi, sum borgara í hesum landi.
Hví skal man tvingast til at gerða eina íløgu, sum ikki loysir seg? og skal hon loysa seg, so verður mann noyddur til at "gambla" við peninginum.
Ber ikki til hjá tykkum at viðganga at hetta er ein feilur og taka hetta illa umhugsaða tiltakið aftur ?