Eftirlitsráðið: Trump sleppur ikki á Facebook

Facebook-kontan og Instagram-kontan hjá Donald Trump vera verðandi stongdar. Tað hevur eitt óheft eftirlitsráð gjørt av.

Fyrrverandi forsetin í USA, Donald Trump, sleppur ikki aftur á Facebook-profilin fyribils ella á Instagram-konto sína. Tað upplýsir óhefta eftirlitsráðið hjá Facebook í dag.

 

– Í mun til álvarsemið í brotunum og støðuga vandan fyri harðskapi var tað í lagi, at Facebook avgjørdi at koyra harra Trump av Facebook og Instagram 6. januar og leinga stongsulin  eftir 7. januar.

 

– Tað var hinvegin ikki rætt at nokta honum atgongd til Facebook í tað óendaliga, skrivar ráðið í avgerð síni.

 

Donald Trump var suspenderaður av Facebook, tá hann 6. januar legði eina video út upp undir ófriðin í Washington, har Trump-viðhaldsfólk lupu á Kongressina.

 

Í videoini segði hann »vit elska tykkum, tit eru óguliga serlig« við mótmælisfólkið. Undir uppreistrinum doyðu fimm fólk, og Facebook metti síðani, at tað var »ov stórur vandi« við at alta Trump nýta sosiala miðilin.

 

Ráðið, har fyrrverandi danska forsætisráðfrúan, Helle Thorning-Schmidt er limur, hevur til uppgávu at meta, um Facebook hevur handlað rætt, tá tey hava sletta innihald - ella suspenderað eina kontu.

 

Avgerðin hjá ráðnum er bindandi. Tað vil siga, at Facebook skal gera, sum ráðið sigur.

 

Ráðið skrivar eisini, at Facebook innan seks mánaðir aftur skal meta um, hvørt kontan hjá Donald Trump skal latast uppaftur.

 

Tað skal Facebook gera við støði í grovleikanum av brotunum og møguleikanum fyri, at Donald Trump gera meira skaða í framtíðin, um kontan verður latin uppaftur.

 

Sambært fyrrverandi stápsstjóranum hjá Trump, Mark Meadows, fer avgerðin at hava negativa ávirkan á talufrælsið. Hann heldur at Facebook átti at verða regulerað ella býtt sundur. Og at tey ikki eru før fyri at halda eyga við sær sjálvum.

 

– Tað er ein dapur dagur fyri Amerika, tað er ein dapur dagur fyri Facebook, sigur hann við amerikonsku sjónvarpsstøðina Fox News.

 

Varaforsetin í Facebook fyri altjóða viðurskifti og samskifti, Nick Clegg, skrivar í einum bloggi, at Facebook nú fer at umhugsa ein greiða og rætta viðgerð.

 

Helle Thorning-Schmidt hevur sagt við BBC, at ráðið ikki hevði eitt lætt svar.

 

/ritzau/