Eftirlitið svíkur

- Tað er ikki rætt, at danskir fiskimenn einsamallir eiga ábyrgdina av, at ov nógvur toskur verður veiddur, sigur formaðurin í Danmarks Fiskeriforening Ein ES-frágreiðing sigur, at danskir fiskimenn fiska meira tosk, enn teir hava loyvi at fiska. Frágreiðingin sigur nevniliga, at meirveiðan hjá dønum er upp í heili 13%.

Men formaðurin í Danmarks Fiskeriforening, Flemming Kristensen, er ikki samdur við ES-frágreiðingini um, at fiskimenn einsamallir eiga at ábyrgdast fyri hetta.

- Tað er fiskiveiðieftirlitið, sum hevur skyldina í hesum, tí tað er ikki altíð so lætt hjá fiskimonnum neyvt at staðfesta, hvussu nógvan fisk teir hava inni, sigur Flemming Kristensen.