Eftirlit við skipum

Ein nýggjur fylgisveinur skal halda eyga við skipaferðsluni kring Grønland, skrivar KNR. Verkfrøðilesandi á lærda háskúlanum í Aalborg hava gjørt ein fylgisvein, sum verður sendur upp við einari ballón frá einari støð í Norðursvøríki í dag. Fyglisveinurin, sum fer at sveima í 35 kilometra hædd, skal halda eyga við teimum sokallaðu AIS-tekinunum, sum størri skip skulu lata frá sær við jøvnum millumbili. Talan er um ein royndarfylgisvein. Tann endaliga útgávan, sum skal skal sveima í 700 kilometra hædd og halda eyga við skipum við Grønland, verður skotin út við einari rakett seinni.