Eftirlit við matsølu um náttina

Heilsufrøðiliga starvsstovan ger í næstum eitt átak í Havn, har matsølur, sum selja mat um náttina, verða vitjaðar.

Heilsufrøðiliga starvsstovan skrivar á sínari heimasíðu, at áherðsla verður løgd á, um góðkenning er til virksemið. Løggildingarskjalið – ella góðkenningarskjalið – skal vera á staðnum.

- Kannað verður eftir, um temperaturur, reinhald, persónligt reinhald og aðrar umstøður eru í lagi, sum er neyðugt fyri matvørutrygdina, boðar Heilsufrøðiliga starvsstovan frá.