Í Hvítarusslandi eru tíðindafólk og politisk andstøðufólk í øðini inn á Alexander Lukasénko, forseta, sum hevur gjørt av at herða tað almenna eftirlitið við, hvussu landsins íbúgvar brúka alnetið. Sambært fjølmiðlunum fer stigið hjá forsetanum at gera enda á tí seinasta frælsinum, sum fjølmiðlarnir higartil hava havt. Tann nýggja lógin ásetir millum annað, at tey, sum hava heimasíður, skulu kunna tað almenna eftirlitið um, hvør vitjar heimasíðurnar, og hvørjum tey hyggja eftir.