Sjóverjuskipini Hvidbjørnen og Brimil halda fram í allan dag at leita í Hestfirði, Vestmannasundi og Vágahavinum eftir horvnu monnunum, og gevur dagurin í dag einki, verður neyvan hildið fram við skipaðu leitingini.
Harfyri verður málið ikki lagt til viks, og kemur okkurt fram, verður hildið fram í morgin, sigur Robert Olsen, stjóri á Sjóbjargingarstøðini MRCC.
Hann sigur, at økið er ikki so stórt, og har varð so væl leitað, at neyvan er nakað at finna á sjónum.
Tórshavnar sløkkilið og Eiðis Bjargingarfelag bjóðaðu sær til at fara við smábátum fram við Streymoyarlandinum, Hesti, Koltri og Vágalandinum. Sjóverjuskipini hava eisini smábátar, sum kunnu setast út.
- Vit hava eisini heitt á smábátar, sum fara gjøgnum økið, um at hava eyguni opin, sigur Robert Olsen.
Sunnudagurin
Í gjár var leitingin umfatandi, og frágreiðingin hjá MRCC lýsir dagsins gongd:
Sunnumorgun klokkan 05.43 fekk MRCC boð frá politinum, at ein bátur við fimm persónum umborð var við at søkka ella var sokkin út fyri Glyvursnesi ella Hestoy.
Veðrið var hampiligt, sýnið vánaligt.
Brimil, Ziska, Lív, Hvidbjørnen og tyrlan vórðu tilkallað beinanvegin. Hvidbjørnen og Ziska vóru í Vestmanna, Lív var í Tórshavn, og Brimil var vestan fyri Hestoy.
Brimil byrjaði leitingina sunnan fyri Hestoy, Ziska og Hvidbjørnen fóru úr Vestmanna, og Lív fór fram við landinum úr Tórshavn.
Klokkan 06.28 sær Lív tveir mans á landi millum Velbastað og Syðradal.
Klokkan 06.44 boðar tyrlan frá, at teir tveir menninir vóru umborð á tyrluni, og at annar av teimum var sera illa fyri, og at teir fara á Landssjúkrahúsið við teimum.
Tað vóru fleiri bátar í økinum, sum vóru við til at leita.
Klokkan 07.21 boðar Ziska frá, at teir hava funnið ein mann í sjónum norðan fyri Koltur.
Klokkan 07.34 hevði tyrlan tikið mannin upp og sett hann umborð á Brimil. Tann bjargaði maðurin kundi siga frá, at teir sigldu á okkurt 50 til 100 metur frá landi. Báturin sakk sera skjótt.
Fleiri bátar meldaðu til í leitingina. Tornado fór úr Tórshavn at leita ,og aðrir bátar sum komu úr Vestmanna vóru við í leitingini.
Eiðis Bjargingarfelag boðaði frá, at teir fóru at leita fram við landi millum Velbastað og Syðradal, og Vága bjargingarfelag fór at leita við Vágalandinum í Oknadali.
Hóast hesa umfatandi leitingina eru framvegis tveir mans saknaðir.