Eftirlýstir eru nú komnir afturíaftur

Arthur Ryggstein og Bjarti Mellemgaard Henriksen eru komnir afturíaftur.

Tað váttar pápi annan teirra fyri In.fo.

Tveir ungir føroyskir menn, Arthur Ryggstein og Bjarti Mellemgaard Henriksen, sum hava verið saknaðir í Danmark síðan týsdagin, eru nú komnir afturíaftur í øllum góðum.

 

Tað váttar pápi Bjarta Mellemgaard Henriksen, Niels Mellemgaard, fyri In.fo. Hann sigur, at báðir teir ungu menninir eru í svenska býnum, Malmø, nú teir eru komnir afturíaftur.

 

Arthur Ryggstein og Bjarti Mellemgaard Henriksen skuldu ætlandi við flogfarinum hjá Atlantic Airways heim til Føroyar týsdagin á middegi. Teir komu tó ongantíð umborð á flogfarið.

 

Tað seinasta, sum nakar hoyrdi frá teimum, var, at ein vinmaður tosaði við annan teirra, tá teir vóru á veg til flogvøllin í Kastrup. Siðan hevði eingin hoyrt nakað til teir.

 

Nú er so greitt, at ungu menninir eru komnir afturíaftur í Malmø, og sambært pápa Bjarta Mellemgaard Henriksen hava teir tað gott.