Fari at takka fyri greiða spurningin. Og eri fegin um at fáa høvi at svara.
Avgerðin um eitt óbundið ella bundið navn varð væl og virðiliga umhugsað. Bæði við málsligum atlitum og málsligari ráðgeving – men ikki minst við atliti til, hvat vit standa fyri hugsjónarliga, og hvørji virðir vit vilja leggja dent á politiskt.
Og hesar grundgevingar gjørdu munin, tá vit valdu óbundna navnið “Tjóðveldi”:
Hugsjón og virði:
Vit hava valt navnið óbundið, tí vit vilja leggja dent á hugsjónina “tjóðveldi”: Altso framsjónina um eitt samfelag bygt á óskert fólkaræði, har allar avgerðir skulu takast eftir fólkaræðisligum grundreglum og virðum. Hugsjónin er í sjálvum sær óbundin, og skal ikki ímynda ein serligan bólk av fólki við fastlæstum meiningum. Heldur skal hon bjóða til at velja fólkaræði, egna ávirkan og ábyrgd fyri samfelagnum.
Vit kunnu javnmeta við, um vit ístaðin vildu nýtt hugsjónina “fólkaræði” ella hugsjónina “frælsi” sum navn. Tá høvdu vit eisini valt óbundna formin. Høvdu vit rópt okkum “Fólkaræðið” ella “Frælsið” í bundnum formi, so hevði hetta eftir okkara tykki avmarkað hugsjónina til bara eitt ávíst slag av fólkaræði ella eitt ávíst frælsi.
Opinleiki og ávirkan:
At hava navnið óbundið er eisini ein roynd at vísa á, at Tjóðveldi má og skal vera ein livandi rørsla og ein opin fylking millum fólk (eins og upprunin til flokkin), og ikki ein afturlatin politiskur flokkur, har tú verður sett/ur í bás og noyðist at verja gomul og stirvin sjónarmið. At velja Tjóðveldi er at velja ávirkan og ábyrgd – ikki bert á egið samfelag og okkara framtíðarmøguleikar í heiminum, men eisini á politisku floksskipanina. At hava møguleikan at skilmeta og finnast at politikkinum.
Vit halda, at tørvur er á eini uppgerð við teir stirvnu politisku flokkarnar, sum sita og halda fast við gamlar telvingar og læsa samfelagið fast. Til tess at røkka málinum um einar frælsar Føroyar við rættartrygd, møguleikum og frælsi til øll, krevst, at vit savna okkum um hugsjónirnar og virðini heldur enn at reka okkum inn í básar, har ofta ikki sæst út um fjóshurðina.
Fjølbroyttari møguleikar og samansetingar:
Við óbundna navninum verður sostatt víst til hugsjónina og tann opna politiska felagsskap, ið Tjóðveldi vil vera og standa fyri. Men tað gevur eisini nógv fjølbroyttari møguleikar í málsligu samansetingunum og nýtsluni.
Ongin forðing er fyri at benda navnið og gera tað bundið í dagligari talu og skrivt – alt eftir, í hvørjum samanhangi, vit nýta heitið.
Eg velji til dømis bundna formin, tá eg sipi til ítøkilig arbeiði og uppskot frá tingmanningini, sum jú er ein ávísur partur av politiska felagsskapinum og rørsluni. Tá sigi og skrivi eg tildømis: “Tjóðveldið heldur...” ella: “Vit í Tjóðveldinum halda...”.
Á sama hátt vildi eg í umrøðuni eftir eitt floksting nýtt ein bundnan form: “Nógv nýggj og slóðbrótandi uppskot frá Tjóðveldinum á flokstingi”.
Men tá vit seta navnið á lýsingar, troyggjur, heimasíðu og formlig pappír sum sjálvt heitið á politiska felagsskapinum og hugsjónini, so brúka vit óbundna formin “Tjóðveldi”.
Á henda hátt ber til at fáa fleiri týdningarmunir í málbrúkinum. At benda navnið í ymsum samanhangum og eisini at nýta bundna formin sum eitt slag av eyknevni ella “kelinavn”.
Valdu vit bundna formin í sjálvum navninum, so høvdu vit verið bundin av altíð at nýta navnið bundið. Nú hava vit frælsi at velja.