Eftirlýst yrking

Jákup Andreas Arge á Argjum eftirlýsir hesi yrking, sum hann minnist frá einum ungmannafelagsfundi í Húsavík miðskeiðis í fýratiárunum. Hann hevur spurt fleiri fólk, um tey minnast yrkingina, men eingin sigur seg minnast.
Hann vil so fegin vita meira um yrkingina, hvør hevur yrkt o. s. fr. Tey, ið halda seg vita nakað um hetta eru vælkomin at seta seg í samband við Jákup Andreas á telefon 316551 ella 216551.


Várt merki er frítt
og so yndisligt skrýtt
tað er hvítt, blátt og reytt
og so livandi sett
at tað rørist hvør sál
og alt føroyska mál
rópið varðveitið flaggið hvítt, blátt og reytt