Líkið av eini kvinnu, sum fríggjadagin varð funnið á strondini við Klagshamn í syðra parti av Svøríki, er helst danska kvinnan, sum í byrjanini av hesum árinum varð eftirlýst.
Tað skriva svenskir fjølmiðlar í dag við løgregluni sum keldu.
Miðlarnir skriva, at sannlíkindi eru fyri, at hetta er danska kvinnan.
Eingin illgruni er um, at kvinnan hevur verið fyri brotsverki.
- Tað er eitt prýði, sum kvinnan hevði uppi á sær, ið hevur fingið svensku løgregluna at halda, at talan er um donsku kvinnuna.