Eftirlýsir visjónir fyri Studentaskúlan

Tað er ørkymlandi, at ongin loysn er í eygsjón viðvíkjandi hølistrupulleikunum hjá Studentaskúlanum í Hoydølum. - Tað hevur størri týdning, at ein avgerð verður tikin, enn hvør avgerð verður tikin, sigur Mikkjal Helmsdal, rektari 70 ára haldið hjá Studentaskúlanum í Hoydølum hevur verið merkt av, at tað higartil hevur verið ógjørligt at finna eina politiska semju viðvíkjandi framtíðar karmum skúlans. Í røðu sínari undir hátíðarhaldinum í gjár, segði Mikkjal Helmsdal, rektari, millum annað:

- Eg haldi eg tali fyri øll her á skúlanum, tá eg sigi við landsstýrismannin og við politisku skipanini sum heild: Sum karmarnir og møguleikarnir hjá okkum eru nú at gera okkara arbeiði til lítar og skapa ta menning í undirvísingini, sum vit ynskja at fremja, hevur tað størri týdning, at ein avgerð verður tikin, enn hvør avgerð verður tikin. Bara avgerðin verður tikin skjótt og fylgd upp við atgerð og neyðugari fígging.

Eisini vísti hann á, at einum nýtist ikki at ganga leingi runt í skúlanum fyri at staðfesta, at bygningarnir eru niðurslitnir, at skúlastovurnar eru ov smáar, at eingi arbeiðspláss eru til lærararnar, at eingi felagsøki eru til næmingarnar at uppihalda sær á, tá teir ikki eru í tíma, at eingi høli eru til bólkarbeiði, ella til tvørfakliga undirvísing í størri holdum, og ongar umstøður til at skipa eina kunningarmiðstøð, t.e. bókasavns og teldumiðstøð, har næmingar kunnu arbeiða sjálvstøðugt og hava atgongd til undirvísingartilfar á prenti og í talgildum formi.

- Hetta má gerast nakað við, og verður tað vónandi innan fyri tey næstu árini, segði rektarin.

Les røðuna hjá Mikkjali Helmsdal her!<a>