Eftirlýsir játtan til innkomuveg

Borgarstjórin í Tórshavnar kommunu vónar at løgtingið játtar fleiri pengar til innkomuvegin

Í samband við, at løgtingið í dag er farið undir 2. viðgerð av fíggjarlógini fyri 2018, nýtir Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, høvi at minna landspolitikararnar á, at um ein innkomuvegur skal vera liðugur samstundis sum Eysturoyartunnilin, so má løgtingið játta meira pening til verkætlanina.


Borgarstjórin vísir á, at sambært verandi avtalu, ið kommunan hevur við landið, so resta 140 milliónir krónur í at gera verkætlanina lidna.


- Verandi avtala, har innkomuvegurin røkkur fram til Villingardalsvegin, kostar um 140 miljónir fyri tað, ið eftir er at gera av vegi. Brúktar eru 37 miljónir higartil, skrivar Annika Olsen og heldur fram.


- Skal hendan vegagerð verða liðug, tá ið Eysturoyartunnilin letur upp í 2020, hava vit 3 ár at gera vegin. Hetta merkir, at játtast mugu góðar 47 mió um árið næstu trý árini.


Núverandi avtala millum landið og Tórshavnar kommunu umfatar í verandi løtu tó bara fyrsta partin av innkomuvegnum. Um verkætlanin skal vera klár til 2020, so má uppaftur meira peningur á borðið.


- Skulu vit hinvegin hava alla loysnina upp á pláss oman til Krákugjógv, er samlaði kostnaðurin hjá landinum 213 miljónir fyri tað, sum er eftir at gera, skrivar Annika Olsen og heldur fram.


- Skal soleiðis øll loysnin vera komin upp á pláss, tá ið Eysturoyartunnilin letur upp í 2020, hava vit 3 ár at gera arbeiðið. Hetta merkir, at játtast mugu góðar 59 miljónir um árið fyri vegaloysn - ella 71 miljónir fyri tunnilsloysn næstu trý árini.


Til ber at lesa alt lesarabrævið frá borgarstjóranum við at trýsta á her.