Tað loysti seg hjá politinum í gjár at eftirlýsa upplýsingar um henda bilin á Portalinum í gjár.
Fleiri fólk ringdu inn, og longu í gjárkvøldið byrjaðu avhoyringar, sum halda fram í dag. Trý ella fýra fólk verða skuldsett fyri at hava stolið bilin, upplýsir vakthavandi á politistøðini í Havn.
Bilurin varð stolin í Havn mikukvøldið ella hósnáttina, og hann varð síðan brúktur til eitt innbrot í heilsøluni hjá Poul Hansen.
Síðani er bilurin farin norðureftir, men í Líðini í Kollafirði rendi hann út av, og fólkið í honum rýmdi av staðnum.