Tíverri hevur tað ikki givið nakað úrslit enn, so vit leita enn.
Tað sigur Halltóra Joensen hjá løgregluni og sostatt hava tey ikki fingið greiði á einum ráni í Havn um ólavsøkuna.
Tað var tann 27. juli, umleið klokkan trý um náttina, ein ein maður rændi ein ryggsekk frá eini kvinnu á krossvegnum R.C. Effersøesgøtu og Gripsvegnum í Havn.
Í eini roynd at finna fram til mannin, varð hann eftirlýstur alment í farnu viku. Saman við eftirlýsingini var ein skitsa, sum vísir mannin og áleið, hvussu hann sá út, umframt ein mynd av ryggsekkinum.
##med2##
Men Halltóra Joensen sigur, at enn hevur efturlýsingin ikki givið nakað úrslit, og sostatt leita tey víðari.
– Talan er um eitt rán og tað er sera álvarsligt, sigur hon.
Hon sigur, at tey høvdu vónað, at fólk høvdu lagt merki til mannin, serliga tí hann var í rættiliga sermerktum klæðum. Serliga buksurnar, sum vóru gráligar niður á tjúkkan og við grønari rond niðast.
##med3##
Ránsmaðurin var í gráari blusu ella T-blusu, men annars var hann:
– Ljósur í húðini
– Ímillum 30 og 35 ár
– Umleið 175 høgur
– Vanliga bygdur
– breitt andlit
– Stutta pannu
– Herðabreiður
– Ramligur
Og annars hevði hann myrkt, stutt hár og skeggstubbar.
So skuldi tað verið onkur, sum kennist við hann, ella ryggsekkin, verður heitt á tey um at seta seg í samband við løgregluna.