Eftirlýsing frá løgregluni: Ada Maria Hentze saknað

Løgreglan eftirlýsir 19 ára gpmlu Adu Mariu Hente Ada Maria Hentze er seinast sædd í Fuglafirði klokkan 7. 30 í morgun á veg úteftir vegnum omanfyri gamla bakaríið.

Hon 169 høg, hevur stuttklipt pagehár, sum er myrkabrúnt við einari ljósari strípu í. Hon er í kovboybuksum niður um knæ, í síðari ljóagráari blusu við ongum ermum og við grønum, reyðum, gulum og svørtum mynstri framman.

Hon er møguliga í myrkabláari hettutroyggju og hon er møguliga í svørtum løriftskóm.

Hon hevur helst stóra, flættaða tasku hjá sær.

Annars kann sigast um hana, at hon hevur perlu í vinstru eygnabrúgv, perlu í vørruni og helst eisini í oyrunum.

Tey sum halda seg vita, nakað um Adu Mariu, verða biðin um at ringja til løgregluna í Havn á telefonnummari 35 14 48