Eftirlýsing: Ein farri av sakligheit

Atli P. Dam, fyrrverandi løgmaður, er tíverri farin uppí part við teimum, sum vilja brúka beinleiðis ósannindir og persónsálop, heldur enn sakligar grundgevingar í sjálvstýrismálinum.

 

Høgni Hoydal




Atli P. Dam, fyrrverandi løgmaður, er tíverri farin uppí part við teimum, sum vilja brúka beinleiðis ósannindir og persónsálop, heldur enn sakligar grundgevingar í sjálvstýrismálinum.

Tað er ein erlig søk at vera ímóti, at føroyingar gerast sjálvstøðug tjóð. Um ein vil vera partur av danska ríkinum og lata ábyrgdina og evsta valdið liggja í Danmark ? ja, so ræður um at grundgeva fyri, at tað er rætt. Tá kunnu vit fáa eitt sakligt orðaskifti, sum annars øll hava eftirlýst.

Tíverri síggja vit ístaðin, at ræðumyndir um framtíðina, peningaligar hóttanir, afturvendandi tos um ómegdina hjá føroyska samfelagnum og mótstøða frá donsku stjórnini, verða brúkt sum grundgevingar.

Og so sjálvandi tann vanligi lúturin, sum hevur verið brúktur síðani 50?árini: At gera fullveldisfólk til nakrar ræðuligar verur, sum vilja kubba, kvetta og skapa øsing. Sum eru kommunistar ella fasistar, óhøvisk og so framvegis.


Hvat varð sagt um bankamálið?

Eg hevði ikki roknað við, at Atli P. Dam, fyrrverandi løgmaður, fór niður á hetta støðið. Tí uttan mun til um vit eru ósamdir um nógv politisk mál, so havi eg altíð mett Atla at verið ein mann, sum hevði ein veruligan ideologiskan førning og sum trúði uppá tað, sum hann gjørdi í politikki.

Tí var tað helst eisini so svárt, tá øll heimastýrisskipanin skramblaði saman í ?92. Og sambært tí, sum Atli hevur sagt um bankamálið, Føroyabólkin og leiklutin hjá donsku stjórnini, so tyktist tað eisini, sum at Atli hevði ásannað, at her máttu grundleggjandi broytingar til. Hann rópti tað eitt nú ?slysálop?, ?lokabrøgd? og ?bóndafangarí?.


Ósannindir

Tað er tí sera hugstoytt at lesa, at Atli nú velur at siga beinleiðis ósatt í sambandi við alt fullveldismálið og tað, sum hendir í danskari pressu í løtuni.

Atli leggur undirritaði undir at skapa øsing í Danmark um undirgrundarmálið. At sabotera samráðingarnar og vilja samanbrest. At hava noktað at fingið ráðgeving frá einum donskum universiteti í sambandi við fyrireikingarnar. At hava farið formliga skeivt fram í sambandi við upplýsingar frá NATO. Og at hava skírt Marionnu Jelved óseriøsa.

Øll hesi uppáhaldini eru beinleiðis ósonn.


Undirgundarmálið

Eftir øllum at døma eru tað júst samrøður við Atla Dam og aðrar fyrrverandi politikarar, ið púra óneyðugt hava givið Ekstra Bladet høvi at dyrka eina øsing í Danmark um undirgrundarmálið. At geva øðrum skyldina fyri tað, er lítið mansligt.


Samstarv við danskar serfrøðingar

Í fullveldismálinum hevur landsstýrið ikki havt nakað tilboð frá nøkrum donskum universiteti. Men frá byrjan hevur verið roynt at fingið samstarv við danskar myndugleikar um allar greiningar og fyrireikingarnar. Hetta vildi danska stjórnin tíverri ikki, men við Hvítubók fingu vit savnað bæði ta bestu føroysku og donsku ekspertisuna umframt serfrøði úr øðrum londum. Eitt nú vóru bæði Frederik Harhoff og Jens Peter Christensen við í arbeiðinum við Hvítubók.


Nato eftir bókini

Landsstýrið hevur fylgt øllum spælireglum í sambandi við at fáa upplýsingar um okkara hernaðarligu støðu og møguleikar. Roynt varð at fáa upplýsingar frá donsku stjórnini beinleiðis, men uttan úrslit. Síðani varð heitt á danska uttanríkisráðharran um at fáa í lag ein fund við aðalskrivaran hjá NATO, men hetta varð somuleiðis sýtt.


Samanbrestur?

Í samráðingunum við donsku stjórnina hevur undirritaði ikki lagt upp til nakran samanbrest - tvørturímóti. Tað kunnu allar fundarfrágreiðingar og allir fundarluttakarar vátta.

Og hetta kann eitt nú Marianne Jelved vátta, sum eg kenni væl og hitti regluliga í norðurlendskum samstarvi. Hon kann eisini vátta, at eg havi ongantíð verið óhøviskur móti henni á nakran hátt. Hugsi, at henda søga er íspunnin í onkrum donskum blað.

At danska stjórnin ikki hevur viljað fingið í lag veruligar samráðingar, er ein veruleiki, sum ikki er neyðugur at prógva frá landsstýrinum.

So seint sum fyri fjúrtan døgum síðani var hetta endurtikið, at ein skiftistíð ?kan ikke forhandles?, sum forsætisráðharrin málbar seg.

Atli Dam veit betur enn eg, at um samráðingar um eitt nú undirgrundina ikki høvdu verið í trúnaði, men høvdu bygt á einvegis hóttanir, so hevði ongantíð spurst nakað úrslit burturúr. Tað sama er galdandi í øllum samráðingum kring allan heim.


Javnstøða er endamálið

Sostatt eru tíverri ongar av niðurstøðunum hjá Atla sannar.

Tí fari eg et eftirlýsa einum farra av sakligheit í orðaskiftinum.

Tað kundi verið sera áhugavert, um Atli heldur vildi skift orð um royndirnar av heimastýrisskipanini og hvussu vit læra av teimum.

Mín sannføring er, at samstarvið millum Føroyar og Danmark kann bert gerast gott, trygt og mennandi, tá talan er um tveir javnbjóðis partar, ið hava fulla ábyrgd hvør av øðrum. Har annar parturin ikki hevur alt politiskt, peningaligt og løgfrøðisligt vald.

Tann skipanin, vit hava livað í, hevur próvfast elvt til ábyrgdarundanstøkking, húsagang og sosialt órættvísi í Føroyum. Tí mugu vit velja, um vit vilja taka fulla ábyrgd ella halda fram í einum vavgreyti av ábyrgdarloysi.

Sum Atli sjálvur skrivaði til Poul Nyrup Rasmussen í einum brævi í 1993: Pengarnir hjá tí meiniga manninum eru brúktir til at bjarga kreditorum, spekulantum og teimum ríku.

Hvussu forða vit fyri, at tað hendir aftur? Hvussu skapa vit eitt trygt, føroyskt vælferðarsamfelag, har ábyrgdin fyri einum rættvísum býti liggur her hjá okkum sjálvum? Hvussu forða vit fyri, at ein tilvildarlig donsk stjórn brúkar peningaligar hóttanir, bert tí at vit ynskja at taka fulla ábyrgd av egnum landi?

Lat okkum viðgera tað - og ikki brúka ósannindir og persónligar útspillingar.