Eftirlýsing: Ein farri av sømiligheit

Tað er gott, at vit eru politiskt ósamd. Hetta er grundarlagið fyri fólkaræðinum. Tað er eisini í fínasta lagi, at funnist verður harðliga at fullveldisætlan samgongunnar ? tað skuldi verið løgið annað. Í einum sjálvstøðugum Føroyum, fara vit sjálvsagt framvegis at vera politiskt ósamd um, hvussu samfelagið skal skipast. Onki ger tað heldur, at persónlig álop verða brúkt, tá tey politisku argumentini eru uppi. Sovorðið mugu vit politikarar tola, hóast tað ikki skapar nakað skilagott.

Meira betonkiligt er tað, tá ósannindir verða brúkt í jagstranini eftir flokspolitiskum ella persónligum vinningi. At leggja flokkar og persónar undir ymiskt, sum onki hald hevur í veruleikanum, førkar mørkini fyri sømiligum samskifti og fólkaræðisligum atburði.


Samhaldsføst pensiónsskipan

Tey feskastu dømini eru, at oddagreinir í Sosialinum ferð eftir ferð leggja Tjóðveldisflokkin undir at sleppa samhaldsfestinum í pensiónsmálinum. Hetta hevur onki hald í veruleikanum.

Tjóðveldisflokkurin hevur langt síðani alment boðað frá, at vit skulu hava grundlógartryggjað øllum føroyingum eina virðiliga fólkapensión - og fólkapensiónin verður hækkað munandi frá 1. januar 2000.

Hartil skulu vit áleggja pørtunum á arbeiðsmarknaðinum at gera pensiónsskipanir fyri allar løntakarar ? eins og nógv fakfeløg longu hava í dag. Tey, sum hava eina góða pensiónsskipan á arbeiðsmarknaðinum, skulu so ikki hava útgoldið eins nógv í fólkapensión, sum tann, ið hevur eina minni pensión á arbeiðsmarknaðinum ? ella onga.


Flakakvinnur og landsstýrismenn

So alt eftir, hvussu nógv tú hevur í pensión fra arbeiðsmarknaðinum, fært tú útgoldið í fólkapensión. Hetta er nógv meiri samhaldsfast enn núverandi skipan, har flakakvinnan fær tað sama í fólkapensión sum landsstýrismaðurin. Hon skal sjálvsagt hava meira í fólkapensión, tí hon hevur ikki landsstýrismannapensión.

Samhaldsfesti merkir, at vit lata eftir evni og njóta eftir tørvi. Tí er tað beinleiðis skeivt, at leggja tjóðveldisflokkin undir at sleppa samhaldsfestinum. Og á einum tíðindablaði hevði tað jú borið til at viðgjørt hetta professionelt og etiskt ? tildømis við at spyrja tjóðveldisflokkin, hvat hann meinar. Ella við at lesa, hvat umboð floksins hava sagt alment, eisini í Sosialinum.


Ikki sett nakran útum

Í fimmaranum í Útvarpi Føroya mikudagin, varð aftur farið út um tað sømiliga markið. Formaður javnaðarfloksins legði aftur samgonguna undir at vilja kuta og kvetta ? uttan at møguleiki var hjá samgonguni at svara aftur. Hann førdi samstundis fram, at tjóðveldisflokkurin skuldi hava sett javnaðarflokkin uttanfyri samgonguna í samráðingunum eftir valið. Hetta er beinleiðis ósatt, eins og javnaðarflokkurin væl veit. Tjóðveldisflokkurin mælti til eina breiða samgongu, bæði undan og eftir valið.

Um ætlanin framhaldandi er við ósannindum at leggja fólk og flokkar undir líkt og ólíkt, so vildi eg mælt til at givist við tí. Um tað ikki ber til, so vildi eg mælt til, at hetta verður gjørt undir slíkum viðurskiftum, at mótparturin fær høvi at rætta skeivleikarnar. Tá hevði í hvussu er ein farri av sømiligheit verið at hóma.


Høgni Hoydal