Vælferðarsamfelagið stóð ovast á dagsskránni, tá Unga Tjóðveldið og SU hildu felags fund í Nósloy fríggjakvøldið og leygardagin.
Meiningin var, at fundurin skuldi vera ein ungdómspolitisk ráðstevna fyri øll tey politisku ungmannafeløgini í landinum. Men av tí, at bert ungmannafeløgini hjá Javnaðarflokkinum og Tjóðveldisflokkinum, gjørdist ráðstevnan í staðin til ein drúgvan fund millum hesi bæði feløg, umframt framløguna hjá Edvard Joensen, journalisti, um politiskar ideologiir.
Eftirlýsa semjum
Høvuðsniðurstøðan av fundinum var, at politisku ungmannafeløgini ynskja breiðari semjur millum andstøðu- og samgonguflokkar við felags grundsjónarmiðum.
Tey bæði ungmannafeløgini halda, at føroyskir flokkar í alt ov stóran mun læsa seg fastar í partapolitisk sermál í staðin fyri at finna breiðar semjur um tey mál, sum flokkarnir grundleggjandi eru samdir um.
Sambært SU og Unga Tjóðveldinum læsa flokkarnir seg alt ov ofta í nakrar ávísar ósemjur, bert tí, at teir ikki eru í samgongu ella andstøðu saman.
Í Føroyskum politikki átti at borið til at funnið ein leist, har bæði samgonga og andstøða arbeiða eitt sindur meira saman um tey felags málini, sum man roynir at seta sær, halda tey bæði vinstrahalnu ungdómsfeløgini. Tey halda, at tað eru nógv mál, sum ávísir flokkar í grundini eru samdir um, men sum teir ikki vilja samarbeiða um, tí andstøðan ikki vil stuðla samgonguni og samgongan ikki vil arbeiða saman við andstøðuni.
Ungdómsfeløgini vísa á, at tað sjálvsagt eru mál, sum til dømis Tjóðveldisflokkurin og Javnaðarflokkurin ikki eru samdir um, men tey halda ikki, at hetta eigur at merkja, at flokkarnir ikki eiga at leggja seg eftir at samstarva um tey málini, sum teir í veruleikanum eru samdir um. Og í hesum føri halda feløgini, at talan kann vera um rættuliga nógv mál, tí flokkarnir eru grundleggjandi samdir um, hvussu eitt vælferðarsamfelag eigur at verða skipað.
SU og Unga Tjóðveldi ætla í framtíðini at miðja ímóti størri samstarvi í teimum málum, sum hesi bæði feløgini eru samd um.