Eftirlýsa stolnan LM-bil

Løgreglan heitir í dag á borgarar um hjálp til at finna ein stolnan Citroen Berlingo bil hjá LM Electric.


Vakthavandi á løgreglustøðini upplýsir, at bilurin varð stolin úr einum túni í Reynstúni á Argjum millum klokkan 4 og 7.30 sunnumorgunin, og hevur nummarplátuna UK454.


Um nakar hevur sæð bilin ella kennir til málið, so ber til at venda sær til løgregluna á 351448.