Tollvaldið gjørdi eitt ordans hál á Norrønu mánadagin. Ein 28 ára gamal dani varð kannaður ávegis í land, og tað vísti seg, at hann hevði sløk 20 kilo av hassji í taskuni.
Í grundlógaravhoyringini varð hann varðhaldsfongslaður í fýra vikur, meðan løgreglan kannar málið. Tvær tær fyrstu vikurnar skal hann sita avbyrgdur, so hann ikki fær órógva kanningararbeiðið hjá løgregluni.
Løgreglan er í ferð við at finna útav, hvønn maðurin hevði samband við í Føroyum, tí tað er eyðsæð, at hann ikki er einsamallur um so stórar nøgdir. Løgreglan eftirlýsir føroyska sambandið, og hevur nakar eina upplýsing, eru fólk vælkomin at siga frá.
Hassjið hevði eitt virði á hálva triðju millión krónur, og tá so stórar nøgdir koma í einum, er tað eitt tekin um, at nýggir menn royna at etablera seg á rúsevnismarknaðinum. Fleiri bakmenn vóru settir fastir eftir stóra rúsevnismálið, og tað hevur givið pláss fyri øðrum.
Sum skilst er tann 28 ára gamli danin ikki ein kenningur hjá løgregluni frammanundan. Hann kann kortini vænta sær áralangan dóm, tí talan er um so stóra nøgd, sum ongantíð er funnin á føroyskari jørð áður.









