Mikudagin 22. november var trivnaðarkanningin sum Granskingardepilin fyri Økismenning hevur gjørt fyri ”Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar” løgd fram í Miðlahúsinum.
Tað eru samfelagsfrøðingarnir Karin Jóhanna L. Knudsen og Martha H. Mýri frá ”Granskingardepilinum fyri Økismenning”, ið hava staðið fyri kanningini, og tær løgdu sjálvar kanningina fram.
Stórur áhugi var fyri kanningini, og nógv fólk vóru komin at lurta.
Jana H. Dalsgaard, forkvinna fyri ”Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar” beyð øllum at vera vælkomin, og hon segði m.a. at sjúkrarøktin er eitt sjálvstøðugt, frofessionelt fak – sum eigur at hava betur kor í gerandisdegnum í Føroyum við m.a. væl útbúnum starvsfólki, góðum menningarmøguleikum og hóskandi normeringum, men peningur má fylgja við.
Útbúgvingin hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, og normering av sjúkrarøktarfrøðingum hava beinleiðis ávirkan á heilsu, innleggingartíð, komplikatiónir og deyðiligheit hjá sjúklingum. Tað er staðfest í nógvum kanningum m.a. í stóru amerikonsku kanningini har journaldata frá yvir 6 milliónum innleggingum á 799 sjúkrahúsum í 11 statum í USA.
Okkara løn skal avspegla hvat virði okkara fak ella okkara profession hevur fyri sjúklingin, heilsuverkið og vælferðarsamfelagið. Vit eiga at hava líka løn – tað eigur ikki at verða munur á um man er maður ella kvinna tá tað kemur til lønina.
Vit eftirlýsa ein yvirskipaðum heilsupolitikki, hóskandi løn og hóskandi arbeiðsumstøður. Vónandi fara úrslit av hesi kanning at flyta nøkur mørk rætta vegin, segði Jana H. Dalsgaard.
Elin Ziska, heilsufrøðingur, greiddi frá sínum starvi sum heilsufrøðingur á fýra ymiskum skúlum, har hon arbeiðir millum børn og ungdóm.
Hildur við Høgadalsá frá Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum greiddi frá um útbúgvingina hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, sum nú er lyft upp á eitt akademiskt støði. Vit hava góða útbúgving og veita professionella sjúkrarøkt á høgum kvalitetsstøði. Fyrstu bachelorarnir í sjúkrarøkt verða liðnir 29. januar 2007.
Kanningin vísir m.a. at annarhvør sjúkrarøktarfrøðingur heldur, at viðurskiftini millum leiðslu og starvsfólk ikki eru nóg góð.
Ein meiriluti av sjúkrarøktarfrøðingunum halda ikki, at teirra arbeiði verður virt av politisku myndugleikunum í nóg stóran mun.
Kanningin vísir eisini at sjúkrøktarfrøðingarnir sum heild eru nøgdir í teirra starvi. Hinvegin vísir kanningin eisini, at nøgdsemið er minkað seinastu árini, og at ein greiður meiriluti av sjúkrarøktrafrøðingunum umhugsa at søkja annað starv.
Eftir at kanningin var løgd fram, var høvi at seta spurningar til panelluttakaranar, og burtúr hesum kom eitt gott og mennandi kjak um heilsupolitikkin í Føroyum.