Eftirlønirnar hjá landsstýrismonnum verða ikki broyttar...

Eingin hevur enn gjørt nakað við eftirlønirnar, sum skuldu virka við afturvirkandi kraft. Landsstýrismenn játtaðu sær sjálvum hægri eftirløn uttan hóvasták fyrr í ár. 1. januar verður lógin sett í gildið.

 

Í Mai samtykti løgtingið pensjónir til Landsstýrismenn. Sambandsposturin gjørdi beinan veg vart við, at lógin var púra burturvið. 14 juli gjørdu vit vart við hetta í fjølmiðunum. Hetta fekk alt landið upp úr stólunum. Næstu vikuna kundi tú hvørki gloppa eitt blað ella tendra loftmiðil, uttan at málið var á skránni.

Meðan onkur arbeiðaravinur royndi at verja lógina, royndu tveir samgonguflokkar seg við tíðindaskrivi og reklamuherferð, fyri at bjarga tí, sum bjargast kundi. Hægsti maður royndi at slætta sjógv sum altíð, hóast klárt sást, at hann ongan hug hevði at broyta lógina.

Nú 3 mánar eru farnir er einki hent. Hendan skilaleysa lóg er framvegis galdandi og hendur einki kemur hon í gildi á nýggjárinum. Tit lovaðu at málið skuldi avgreiðast skjótt og væl. Hvar er trúvirðið.

Hetta eru teir menn, sum fyri borgum ráða. Hesir bjóða seg í dag fram fyri veljaranum. Onkur sigur, at uppskot er klárt. Løgmaður sigur, at einki uppskot verður lagt fram, fyrr enn semja er í samgonguni. Tað nyttar lítið at hava uppskot klár, sum ikki fáa undirtøku. Tí ivast vit í um teir meintu nakað av tí teir søgdu í juli

Vælsignaðir menn. Tað er val í hondum. Tá plaga sjálvt teir dovnastu politikararnir at fáa okkurt av skafti. Hvat bíða til eftir? Er tað so livandi galið, at tit ikki vilja broyta lógina? Er tað so galið, at tit ikki hava ráð at frásiga tykkum tað, sum tit enn ikki hava fingið?


P.S. Hetta er ikki meint at verða partapolitiskt, men partar av samgonguni ella øll samgongan váttaðu í juli at lógin bleiv broytt skjótast gjørligt. Um lógin skal broytast áðrenn 1. januar, má hon leggjast fram beinan veg. Tað tekur langa tíð at fáa eina lóg samtykta.