Eftirløn
Í seinastuni hava eftirlønarviðurskifti føroyinga verið nógv umrødd, og ført hevur millum annað verið fram, at føroyingar eru eftirbátur á hesum øki.
Føroya Banki bjóðar fram eina røð av tænastum í sambandi við pensjónsuppsparing, og í sambandi við Føroya Sjómannadag verður ljós varpað av pensjóns- og eftirlønarviðurskiftini hjá starvsfólkum í fiskivinnuni bæði á sjógvi og landi.
Á fundinum 15. august kl. 19.30 í Skálanum fara fleiri serkøn fólk at greiða frá. Hans Peter Clementsen, deilarleiðari hjá Føroya Banka í Klaksvík, leggur fyri við at bjóða vælkomin.
Óli Jacobsen, formaður í Føroya Fiskimannafelag, fer síðan at greiða frá pensjóns- og eftirlønarviðurskiftunum hjá føroyskum sjómonnum.
Joan Stampe og Tummas Pauli Mýri, íløguráðgevar í Føroya Banka, fara at greiða frá møguleikum at spara upp pensjónir og eftirlønir, og fundurin endar við, at Anna Maria Ragnarsson, pensjóns- og íløguráðgevi í Føroya Banka, takkar fyri.