Eftirlønin var eitt mistak

Jóannes Eidesgaard ætlar sær fult og heilt at stuðla uppskotinum um, at ein óheft nevnd viðgera landsstýrispensjónirnar. Samstundis ásannar hann, at nýggja eftirlønarskipanin fyri landsstýrismenn helst var eitt mistak


 

Javnaðarflokkurin tekur fult undir við, at málið um eftirlønirnar hjá landsstýrismonnum verður tikið aftur, og at ein uttanveltað nevnd verður sett til at endurskoða viðurskiftini.

 

Hesum boðar formaður Javnaðarfloksis, Jóannes Eidesgaard, frá í tíðindaskrivi.

 

Eisini sigur Jóannes Eidesgaard, at Javnaðarflokkurin ásannar, at málið um eftirlønirnar hjá politikarunum átti at havt bíðað til komið var á mál við einari virðiligari pensjónsskipan fyri tey mongu, sum bert fáa sína fólkapensjón.

 

 

 

Mistak

 

Jóannes Eidesgaard hevur annars verið ein av forsprákarunum fyri nýggju landsstýrispensjónunum. Hann átti saman við Rúnu Sivertsen, Jógvani Djurhuus og Helenu Dam á Neystabø broytingaruppskotið til landsstýrispensjónirnar, sum varð samtykt í løgtinginum.

 

Men nú ásannar Jóannes Eidesgaard, at landsstýrispensjónirnar helst vóru eitt mistak.

 

»Ásannandi, at øll í okkara samfelag ? eisini politkarar ? eiga at hava góð og greið eftirlønarviðurskifti, tók Javnaðarflokkurin lut í hesi viðgerð. Men hin vegin fer einki av hvørki politikarum ella politiskum flokkum at taka í egnan barm, tá eitt mistak er hent. Og mangt bendir á, at so er í hesum máli, og tískil harmast eisini flest allir tingmenn í dag um gongdina í hesum máli og eru sinnaðir at geva málinum eina nýggja viðgerð«, skrivar Jóannes Eidesgaard í tíðindaskrivinum.

 

 

 

Minnast til pensjónistarnar

 

Í tíðindaskrivinum nýtir Jóannes Eidesgaard høvið til at minna á, at pensjónsspurningurin hjá teimum mongu, sum bert hava fólkapensjónina at líta á, enn er óloystur, tí sitandi samgonga, sum segði seg vilja loysa málið, enn ikki er komin við nøkrum.

 

? Tí vil Javnaðarflokkurin staðiliga gera vart við, at viðgerðin av einum nýggjum uppskoti til eftirløn eigur at bíða til breiða fjøldin av Føroya fólki hevur fingið eina virðiliga pensjónsskipan, sigur Jóannes Eidesgaard og heitir á hinar flokkarnar um at loysa málini í røttu raðfylgju.

 

Í Sosialinum seinasta leygardag segði Jóannes Eidesgaard, at tað er eitt fak at vera politikari, og tí eiga politikarar at fáa góða eftirløn.