Eftirlønin ? Skal broytast afturvirkandi!

Løgtingið samtykti fyrr í ár, at eftirlønir hjá landsstýrismonnum skuldu hækkast munandi. Hendan hækking var alt ov stór, og tí átti hetta at verið broytt sum skjótast.

 

Eivind Jacobsen

Olav Enomoto

Michael Jensen

Finnur Jensen

?????????????????


Løgtingið samtykti fyrr í ár, at eftirlønir hjá landsstýrismonnum skuldu hækkast munandi. Hendan hækking var alt ov stór, og tí átti hetta at verið broytt sum skjótast.

Okkara ráðandi menn skulu sjálvandi hava løn, men hon skal eisini vera rímilig. Men tað, sum samtykt varð í mai, var als ikki rímiligt. Harumframt sæst í viðmerkingum til lógina, at ætlanin er at broyta eftirløn til tingmenn seinni!?


Hava lóggivið í egnan lumma

Lógin um eftirløn landsstýrismanna var eisini gjørd við afturvirkandi kraft (líka til 1951). Var hetta neyðugt? Teir, sum hava sitið í Landsstýrinum, kendu til treytirnar í sínum arbeiði í Tinganesi. Teir kundu havt takkað nei fyri tilboðið tá. Tað er eingin rímilig grundgeving fyri, at persónur, sum hevur verið landsstýrismaður í 1 ár, skal fáa eftirløn, og so leingi sum hann livur. Hetta er ikki rímiligt.

Tað kann hugsast, at hetta ger, at hugurin til eftirløn verður størri, enn at tæna landi og fólki.

Sum dømi kann nevnast, at borgarstjórar fáa 15% omaná lønina, sum verður inngoldin í eftirlønargrunn tað tíðina, teir eru í starvi, umframt at teir fáa løn í 6 mánaðir, eftir at teir eru farnir frá. Hendan skipanin hevði verið nógv meira rímilig fyri okkara landsstýrismenn enn okkara skipan sum heild.


Óheft nevnd skal setast

Vit vilja mæla til, at sett verður óheft nevnd, sum framyvir ger tilmæli ella uppskot hvørja ferð, lønir skulu broytast. Hetta verður gjørt í øðrum londum.

Ein slík skipan hevði eisini forðað fyri, at løgtingsmenn og gamlir landsstýrismenn sjálvir sita og áseta sína egnu løn. Núsitandi løgtingsmenn hava eina sera óhepna skipan, sum ikki hóskar seg í einum demokratiskum samfelag, og eigur hon tí at verða broytt sum skjótast!


Broytið lógina

Sambandsposturin tók hetta mál upp beinanvegin í mei, og vit vilja nú venda okkum til allar løgtingsmenn og heita vit staðiliga á teir um at taka stig til at broyta hesa órímiligu lóg. Okkara áheitan umfatar allar núsitandi løgtingsmenn. Tit eiga at verða fyrimynd fyri borgaran, og tí mugu tit rætta lógina. Tað líkist ikki tykkum, at slík lóggáva verður samtykt anno 2001 í Føroyum. Vit fara at gera okkara ávírkan galdandi fyri at fáa hesa lóg broytta, so at lønin til okkara ráðandi menn verður á einum støði, sum sømir seg. Tað ber ikki til at krevja aftur løn, sum er útgoldin, men vit meina, at lógin skal broytast við afturvirkandi kraft sum skjótast.!