Sum kjakið um evni hevur verið, tykist tað bert at vera ein loysn á eftirlønarspurninginum, øll skulu lata ein ávísan prosentpart av lønini í eina uppsparing. Hesa uppsparing ætlar landsstýrið so, at leggja ávísar treytir á, tá ið hon so einaferð í framtíðini skal útgjaldast.
Vit vita longu at summi ikki hava møguleikan at spara nakað serligt saman, tí treytin er fyri tað fyrsta at ein hevur eina inntøku, síðani at hendan inntøkan er rímiliga høg fyri at tann inngoldnið prosentparturin skal gera nakran mun í framtíðini. Eisini er spurningurin, hvussu nógv t.d. sjálvstøðu vinnurekandi koma at spara saman.
Tískil kemur altíð at verða tørvur á einum almennum eftirlønar útgjaldið, um fólk skulu hóra undan, tá ið tey bert hava eftirlønina at liva av.?Henda tvungna uppsparing skal setast inn onkustaðnis, onkran eftirlønargrunn, banka ella líknandi – sjálvandi skulu hesar fyritøkur so nýta peningin at vinna fleiri pengar og onkur gerst helst ríkur av hesum. Men kundi samfelagið ikki fingið betri nýttu burtur úr einari slíkari uppsparing?
Hugsast kann, at heldur enn at áleggja fólki at spara saman, so tók landskassin hendan peningin inn, sum skatt ella líknandi, at leggja í ein almennan grunn. Verandi eftirlønar avtalur kundu tá veri umbroyttar til a-inntøku, soleiðis at tey, ið longu hava gjørt eftirlønar avtalur, ikki verða revsa fyri longu at hava verði umhugsin á hesum økinum.
Á henda hátt kundu tey, ið halda seg hava ráð at gjalda meir framhaldandi, gjørt privatar eftirlønar avtalur um tey ynskja sær meira enn tað almennu eftirlønina, meðan tey, ið ikki hava møguleikan at gjalda so nógv, eru í einari samhaldsfastari skipan, ið eigur at kunna vera gjaldfør, eisini í framtíðini.
Samstundis kundi almenni grunnurin virka sum íløgu grunnur, sum fyrst og fremst hevði til endamáls at gera íløgur í Føroyum, og vinningurin kom okkum øllum til góðar.
Havi, sum er, ilt við at skilja hví politiska skipanin er so altrá eftir at stuðla privatum eftirlønargrunnum, tá ið vit vita at tað allíkavæl verður neyðugt at hava eina almenna eftirlønar skipan. Nei, ger heldur ein almennan grunn, ella víðkað samhaldsfasta grunnin, soleiðis at øll kunnu vera tryggja eina líkinda eftirløn og peningurin samstundis kann virka til frama fyri føroyska samfelagið.










