Eftirløn

   

Kunna føroyingar liva av síni fólkapensión? Svarið er nei, tað kunna vit ikki! Tí er ein betri eftirlønarskipan bráneyðug!
Sambært samgonguskjalið hjá fráfarnu løgtingssamgongu vóru føgur orð: »Nýggj eftirlønarskipan fyri øll skal avgreiðast beinanvegin«. Nær er so beinanvegin? Teir høvdu nú 18 mánaðir og annars 5 1/2 ár síðan 1998, men einki úrslit er komið frá landsstýrinum til løgtingi ? veit nakar, hvar málið er.
Eitt komandi landsstýri má tí, sum eitt tað fyrsta stórmálið, taka upp og avgreiða til Løgtingið uppskot um betraða eftirlønarskipan.
Hendan skipan skal fyrst og fremst leggja lunnar undir eina grundpensión fyri øll ? allar føroyingar ? og tað ger tann sokallaða »Samhaldsfasta Eftirlønarskipanin«, sum tó er alt ov lág, sum er. Tað verður neyðugt beinanvegin at styrkja samhaldsfasta grunnin við innskoti úr landskassanum ella rættari úr landsbankanum at bøta um korini hjá verandi pensionistum. Og so má kanska eisini verandi fólkapensión endurskoðast.
Upp á longri sikt má gjaldið til samhaldsfasta stigvíst økjast munandi, so at framtíðar grundeftirlønin verður á einum munandi hægri støði og eisini verður løgd uttanfyri landskassan og árligu løgtingsfíggjarlógina. Hendan grundpensión eigur at vera lógskyldug fyri øll.
Harumframt eiga lógir at vera smíðjaðar ella eftirhugdar og nútímansgjørdar fyri tær eftirlønir, sum fólk hava gjøgnum sítt arbeiði ella sítt fakfelag soleiðis at hvør borgari kann tilpassa sítt eftirlønargjald til egin fíggjarlig evnir, tá tað ræður um yvirbygningin av eftirlønini.
Enn bjarga nøkur húsarhald sær við krígspensión, men tey fækkast av natúrligum orsøkum. Men nógv húsarhald hava bert verandi fólkapensión og samhaldsfasta við kanska 4-5.000 kr. pr. mánað pr. pensionist. Og tað er ov lítið til at halda hús fyri.
Ein reformur her er bráðneyðugur og skuldi verið komin í 1998, so hevði hann munað nakað í dag. Men tað megnaði fullveldislandsstýri ikki. Eisini tí er tað so neyðugt við nýggjum landsstýri, og nýggjari løgtingssamgongu. Javnaðarflokkurin vil loysa málið.