Mánadagin fer eitt stormlágtrýst framvið Føroyum í ein landnyrðing og hevur við sær óstøðuga luft við ælingi av vestri, seinni útnyrðingi og norði. Seinni í vikuni mennir eitt nýtt lágtrýst seg vestan fyri Skotland og flytir seg í ein landnyrðing móti Norðurhavinum.
Veðurvánirnar mánadagin:
Mánadagin hvassur vindur upp í hvassan storm av útsynningi og vestri, 22 til 28 metrar um sekundið, á syðru oyggjunum sum frá líður ódn, 20 til 35 metrar um sekundið. Um kvøldið og náttina makar hann vindin, til hvassan vind av útsynningi, 17 til 22 metrar um sekundið. Mest skýggjað og nakað av ælingi við heglingi. Hitin um 5 stig.
Týsdagin:
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 metrar um sekundið. Um náttina gul til stívt andøvsgul av vestri og útnyrðingi, 5 til 10 metrar um sekundið. Skiftandi samdrigin luft og okkurt æli, partvís við vátaslettingi ella kava. Hitin millum frostmarkið og 5 hitastig, um náttina onkustaðni niður í nøkur kuldastig.
Mikudagin:
Gul til stívt andøsvgul, 5 til 10 metrar um sekundið, mest úr útnyrðingi og norði, eina løtu skiftandi. Skiftandi samdrigið og kanska okkurt æli, partvís við kavaslettingi ella kava. Hitin millu frostmarkið og 5 hitastig, um náttina niður í 5 kuldastig. Sum út líður á náttina veksur hann vindir til andøvsgul upp í ein strúk av útnyrðingi og norði, 6 til 12 metrar um sekundið og meiri skýggjað úr sunnan.
Hósdag:
Andøsvgul upp í ein strúk av vindi úr norði, 8 til 13 metrar um sekundið, í støðum hvassur vindu, 15 metrar um sekundið, mest skýggjað og onkustaðni okkurt æli sum kavaslettingur ella kavi. Hitin millum 3 kuldastig og 3 hitastig.
Fríggjadagin:
Andøvsgul upp í ein strúk av norði, 8 til 13 metrar um sekundið, sum minkar til gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi, 5 til 10 metrar um sekundið. Skiftandi samdrigin luft og ælingur, partvís við kavaslettingi ella kava. Hitin um dagin millum frostmarkið og 5 hitastig, um náttina niður í 5 kuldastig í støðum.
Leygardagin:
Lot til stívt andøvsgul av eystri, 5 til 10 metrar um sekundið. Mest skýggjað við vátaslettings- ella kavaælum. Hitin um dagin millum frostmarkið og 5 stig, um náttina niður í 5 kuldastig í støðum.











