Eftir veðrum í Sumbiarhólmi

Leygardagin vóru sumbingar eftir veðrum í Sumbiarhólmi

Hóast veðrið ikki var av tí fagrasta, so valdu sumbingar at fara eftir veðrumunum, sum teir hava gangandi í Sumbiarhólmi.

Veðrarnir verða sleptir út í hólmin hásummarmánaðirnar, tá æðan er farin. Vanligt er so at fara eftir teimum hesa ársins tíð, men at sumbingar valdu at fara nú komst av, at teir mettu, at nú fór at ganga undan við føði úti í Sumbiarhólmi.

Sjey veðrar hava verið har úti í ár, men onnur ár hava átta verið.

Sumbingar á bryggjuni í Pollinum í Sumba leygardagin viðgingu, at hetta var líka nógv fyri hugna, ítriv ella “sportin”, sum fyri at fáa gott kjøt.

Men hinvegin løgdu teir dent á, at tað er sera gott kjøt, tá talan er um veðrar, ið hava gingið í Sumbiarhólmi.

Og nøgdsemi var eisini stórt á bryggjuni, tí veðrarnir vóru framfarnir heilt fitt hesa tíðina, teir hava gingið í Sumbiarhólmi. Onkur er framfarin eini 30 pund.

Í gjárkvøldið var so slakt á skránni, og ein farri av veitslurómi hevur óivað merkt Sumbiarbygd, meðan veðrarnir endaðu sínar dagar í teim ymsu hjøllunum sunnast í Føroyum.