Eftir ætlan

Eingin slingur var í valsinum, tá VÍF-kvinnurnar mikukvøldið tóku ímóti Kyndli

Hondbóltur

At stórur munur er á toppi og botni í føroyskum kvinnuhondbólti varð enn einaferð staðfest, tá Kyndil vitjaði í Vestmanna mikukvøldið. Undan dystinum varð´mest sum roknað við, at talan var um avgreiðsluspurning fyri VÍF, og hetta var eisini ein spádómur, sum skuldi vísa seg at halda.
Við at halda so nøkunlunda fast í verjuni, fyri síðani at revsa náðisleyst við kvikum kontraálopum hevði heimaliðið fyrstu 25 minuttirnar vunnið seg upp á 14-2, og so kundu tær gulu loyva sær at taka tað meira róligt restina av dystinum.
Seinasti hálvi tímin var eisini í stóran mun nýttur til at geva yngru leikarunum í hópinum nakað av dystarvenjing, og sjálvt um hetta merkti, at Kyndil kom betri við í dystinum, so er ikki heilt av leið at staðfesta, at eisini við hesi B-ketuni, var VÍF betra liðið.
Tað kann kanska vera ringt at taka nakran framum, tá munurin millum liðini er somikið stórur, men greið tekin eru longu nú um, at tær báðar nýggju útlendsku kunnu gerast sannur fongur hjá VÍF. Í øllum førum munnu útkøstini frá Adelu Burcea standa lítið aftan fyri tey, sum Manuela Stan hevur vant vestmenningar við, og á strikuni er einki at ivast í,at Irina Racovici fer at gera nógv um seg komandi tíðina.
Hjá Kyndli er neyvan annað at gera, enn at halda høvdið høgt. Í Vestmanna høvdu tær ongan møguleika, men hesin eigur at vera til staðar, tá tær komandi mikudag vitja á Giljanesi í einum av teimum fýra dystunum, sum í ár tykjast avgerandi fyri niðurflytingarstríðið.

Dysturin í tølum
VÍF-Kyndil 31-16 (17-5)
Málskjúttar
VÍF: Irina Radovici 10, Nikolina Eyðbjørnsdóttir 8, Sóley Mikkelsen 5(1), Ioana Rápa 4(2), Finngerð Joensen 2, Fríða Marjunardóttir 1, Eydna Petersen 1
Kyndil: Randi Wardum 5(1), Linda Weihe 4, Ann Mari Wang 3, Fía Selma Nielsen 2, Súsanna Petersen 1(1), Hildur Mikkelsen 1
Brotskøst: VÍF 3, Kyndil 2
Útvísingar: VÍF 3, Kyndil 2
Dómarar úr Tjaldri: Trygvi Mortensen & Kári Hansen. Tóku tað bara heilt róligt.