Ingi Samuelsen, ábyrgdarblaðstjóri á Dimmalætting, heldur, at tað kann fáa keðiligar avleiðingar, um føroyingar ikki fáa útbúgvið fólk innan tíðindayrkið.
- Vit mugu hava útbúgvið fólk, tí sum nú er, eru tað bløðini sum útbúgva journalistar til teir almennu miðlarnar, sigur Ingi Samuelsen og leggur afturat, at tað hava bløðini sum privat partafeløg ikki ráð til.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Eftirútbúgving
Blaðstjórin á Dimmu heldur, at best hevði verið, um føroyingar høvdu varðveitt bæði plássini á Danmarks Journalisthøjskole í Århus, tí hann vil avgjørt viðmæla føryskum tíðindafólki, at útbúgva seg uttanlands, og minnir á, at tað finnast fleiri lærustovnar, ið bjóða útbúgvingar innan journalistikk.
Ingi Samuelsen sigur, at ein føroysk útbúgving er næstbesta loysnin, og heldur, at ein útbúgving í Føroyum kundi verið eitt slag av eftirútbúgving hjá t.d. akademikarum, ið kundi vart eitt hálvt ár og verið hildin á Fróðskaparsetrinum.
Ingi Samuelsen metir, at helst eru føroyskir journalistar uttanlands, ið ikki eru komnir heimaftur.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Samfelagsgagn
Spurdur, hvat hann heldur um, at útbúnir journalistar eru farnir í størv í t.d. peningatsovnum, er hann avgjørdur:
- Tað er keðiligt, tí tað hevði helst verið meira samfelagsgagnligt, um teir brúktu sítt fak, sigur Ingi Samuelsen, og kallar hetta eitt slag av spindoktarum.
- Men hetta er aftir ein spurningur pengar, og har hava vit ongan kjans at vera við, sigur blaðstjórin.
Spurdur, um hetta kann kallast ein trupulleiki fyri fólkaræðið, sigur Ingi Samuelsen, at um fleiri útbúnir journalistar høvdu verið, høvdu fjølmiðlarnir havt tað betri, og so so hevði demokratiið eisini havt tað betri.
Hann sigur at tilgongdin av útbúnum fólki er lítil, og heldur, at onkrar av orsøkunum kunnu vera, at størvini á bløðunum kundu verið meira spennandi, og at tað krevst meira av fólki har enn á teimum almennu miðlunum, har framleiðlan neyvan er so stór hjá hvørjum einstøkum fólki, sum hon er hjá teimum á bløðunum. Á bløðunum skal tilfarið altíð vera nýtt, og tú kanst ikki endursenda sum í loftmiðlunum, minnir Ingi Samuelsen á.