Eftirútbúgving á medisinska deplinum

Fyrsta føroyska eftirútbúgving á Medisinska Deplinum á Landssjúkrahúsið hevur verið.

Tað eru sjúkrarøktarfrøðingar á B8, sum hava tikið cardiologiska eftirútbúgving á Landssjúkrahúsinum. Útbúgvingin tók tilsamans 20 dagar. Fríggjadagin 6. mars fingu tær handað prógv í Veitsluhøllini.


Tær sum tóku prógv eru: Tórun Smith, Elin Winther Arge, Marjun Thomsen, Marita Mørk Johannesen, Katrin á Lakjuni, Sunneva Jacobsen, Maibritt Hansen, Bjørg Olsen, Sigga Gleðisheygg, Esmi Olsen, Hanna Johansen, Jacoba Thomsen, Jórun Syderbø, Anna Maria Mortensen og Annika Klein.


Mynd: Landssjúkrahúsið