Eftir árstíðini fáa upsaskipini ov lítið

Partrolarar eru til fiskiskap, men allir teir smáu trolbátarnir liggja, og bara ein djúpvatnstrolari er úti.

 

Flestu partrolarapør eru til fiskiskap, men eftir árstíðini kundi fiskiskapurin verið betri. Skipini koma inn at landa, sum næsta vika gongur.

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at bert ein djúpvatnstrolari er til fiskiskap í løtuni. Teir eru vestan fyri og landa helst miðskeiðis í næstu viku.

- Allir trolbátarnir liggja við bryggju, men væntandi fer onkur út í næstum.

Tvey skip fiska svartkalva við gørnum. Tey koma inn at landa síðst í næstu viku. Eitt garnaskip fiskar eisini havtasku við gørnum.

- Skipið, sum fiskar havtasku, hevur brúkiligan fiskiskap og kemur helst inn at landa miðskeiðis í næstu viku, verður lagt aftrat.