Áhugafelagið ”Lutaíbúðir” ynskir tykkum, ið vald eru inn á ting, hjartaliga til lukku við valinum. Vit hava góðar vónir um, at tað, ið liggur okkum fremst í huga, verður framt hesa tingsetuna. Tí tit, ið nú manna tingið, hava sum fremsta vallyfti, uttan undantak, tikið okkara hjartamál, bústaðartrotið, sum valagn. Tað frøir okkum! Tað bindur tykkum!
Stilt á vígvølli
Valið er farið afturum. Ein hørð, av og á miskunnarleys, men eisini vónbjørt hólmgonga er komin at enda. Á vígvøllinum valdar friður, eingin valkyrja er at taka sær av teimum særdu, ið sjálv mugu sleikja síni sár. Onnur sláa ring og dansa ein ørandi sigursdans. Úrslitið verður vónandi ein sterk samgonga við skilagóðum fólki til gagns fyri land og fólk. Tað hava fólk og land uppiborið.
Samgongusamráðingar
Flokkurin við flestum atkvøðum er farin undir samgongusamráðingar og skal hava samráðst seg fram til eina stjórn í seinasta lagi tann tíggjunda apríl. Tað skuldi kunnað latið seg gjørt. Møguleikarnir eru nógvir at skipa eina sterka samgongu.
Samgonga og andstøða
Hesi bæði heitini siga kanska ikki so nógv, og kortini. Skal samgongan, so sum ofta er hent fyrr, av gomlum vana kolldøma flestu uppskot frá andstøðuni? Ella tekur andstøðan ikki undir við uppskotum frá samgonguni, so sum siður ofta hevur verið?
Tað er at vanvirða veljaran! Tað er at vanvirða fólkið! Tað er at vanvirða løgtingið! Og tað er at misbrúka fólkaræðið!
Meiriluti og minniluti
Men um vend kanska kemur í, og løgtingið frameftir heldur verður mannað við meiriluta og minniluta, ið samstarva og virða hvør annan? Har skilagóð uppskot frá meiriluta og minniluta verða viðgjørd við álvara og við virðing? Og langtíðarætlanir verða lagdar, uttan at stúrt verður fyri, at næsta samgongan kanska ”rullar uppskotini aftur”?
Veruleiki ella dreymur
Vit vóna og vænta, at nýggja løgtingsmanningin brúkar vit og skil komandi tingsetuna fyri at loysa tey stórmál, sum liggja fyri famman. Verður rætt borið at, verða Føroyar framvegis besta landið í heiminum at búleikast í. Og vit? Vit kunnu við góðari samvitsku lata komandi ættarliðum hesar oyggjarnar at stjórna. Vit eiga góðan og dugnaligan ungdóm.
Vit ynskja tykkum øllum hepna hond við løgtingsarbeiðinum og øllum føroyingum einar gleðiligar páskir.
Felagsins vegna,
Hans J. Hermansen











