Hans J. Hermansen
----------
FSF-aðalfundurin er av. Vígvøllurin líkist vígvøllum flestum. Bardagin hevur verið harður, og stríðsmenn dreiva aftur og fram, sjónliga merktir av bardaganum, bæði likamliga og sálarliga.
Ilt er at vita, hvør hevur sigrað, og hvør má rýma fyri at sleikja sárini – til næstu glíming um eitt ella tvey ár.
Hægsti myndugleiki?
FSF, Fótbóltssamband Føroya, er sett saman av fótbóltsfeløgum kring landið. Greiðar reglur eru fyri, hvør sleppur at atkvøða, hvussu nógvar atkvøður hvørt felagið hevur, hvussu nógv fólk kunnu koma frá hvørjum felag osfr. Alt hetta sæst á heimasíðu FSF’s. Aðalfundurin er hægsti myndugleiki felagsskapsins. Úr reglugerð FSF’s: “Fyri hvørt felag kunna 3 persónar luttaka. Hesir skulu hava skrivliga fulltrú frá sínum felag, sum gevur teimum heimild at møta og at atkvøða á aðalfundinum. Limafeløg hava eina atkvøðu í part.”
Val ella kvett?
Hóast reglur og mannagongdir eru fyri, hvussu valið og aðalfundurin skulu fara fram, gerast menn so heitir av valdsrúsinum, at tær verða skúgvaðar til viks eina løtu – ella kanska langt fyri aðalfundin. Longu seinasta heyst frættist, at formenn vóru gingnir saman fyri at fáa ætlaða úrslitið. Annað valevnið sigst hava sett sum treyt, at hann stillaði bara upp, um hann var vísur í, at hann fór at vinna! Sådan! Og tað ber til í einum fríum og demokratiskum vali?! Eins og í ást og orrustu er eftir øllum at døma alt loyvt, tá ið ræður um at fáa sín vilja. Er neyðugt við aðalfundi? Er hetta eitt frítt val, ella er hetta eitt kvett?
Reglur felaganna.
Hvørt felag hevur somuleiðis sínar greiðu reglur at fylgja. Havi ikki hugt at reglunum fyri øll fótbóltsfeløgini í Føroyum, men flestu teirra hava reglur, ið greitt siga, hvussu farast skal fram: Aðalfundurin er hægsti myndugleiki, og nevndin kann tekna felagið eftir ávísari mannagongd: formaður saman við kassmeistara kann umboða felagið, formaður saman við 2 nevndarlimum kann tekna felagið osfr. Greiðar, einfaldar og vælskipaðar reglur. Men verða tær fylgdar?
Heimildarmisnýtsla?
Hava øll felagsumboð fingið neyðugar heimildir til at greiða atkvøðu sambært aðalfundarsamtykt egna fótbóltsfelags? Hava felagslimir fingið høvi til at viðgera aðalfund FSF’s? Eru umboð farin á FSF-aðalfund uttan at hava boðað egnum felagi frá ætlanum sínum? Spurningur mín er tí: Er aðalfundur FSF’s farin reiðiliga fram? Um upplýsingar, ið hava týðning fyri aðalfund FSF’s, verða fjaldar á felaganna aðalfundi, stutt fyri aðalfund Fótbóltssambandsins, má tað tykjast løgið, sera óheppið, og tað beinir tankarnar inn á fjalda dagsskrá. Hvussu nevnist tílíkt? Og er tað samsvarandi verandi reglugerðum? Spyrji bara.
Hví?
Nú kann hetta tykjast heldur grenjut, kann onkur halda, men kortini er umráðandi, at gjørdar reglur og mannagongdir verða fylgdar. Hesar reglur og mannagongdir eru ikki tilvildarligar og óneyðugar. Hesar reglur eru vorðnar til av drúgvum royndum, og menn hava skilt, hvussu neyðugar tær eru. Hetta er fyri at verja ein idéalistiskan og vælskipaðan felagsskap, soleiðis at hann skal virka sambært ungdómsins fyrimyndum og virðum.
Hesar eru orsøkirnar til, at eg havi staðið fram fyri at gera vart við viðurskifti, ið eg haldi, at bæði fótbóltsfeløg og FSF hava svikið. Tá vita vit, at vandin fyri líkasælu er nær. Hetta er okkara fólkaræðisligi rættur – og ikki minst skylda! Aðalfundur er hægsti myndugleiki – og tað eigur hann altíð at vera! Tann, ið svevur, kann aldri kenna seg tryggan. Tí er umráðandi at vera árvakin – altíð og eisini í smáum!
Við ítróttarkvøðu, og við ynskinum um góðan byr fyri FSF – føroyskum ungdómi at frama.
E.S.: Spurningar mínir til B 36 fyri tveimum vikum síðan, eru framvegis ikki svaraðir: Hví?